Gerhard er nú koyrdur úr Javnaðarflokkinum

Við 27 atkvøðum fyri, trimum ímóti og einari blankari gjørdi Javnaðarflokkurin av fyri løtu síðani at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum

Gerhard Lognberg á floksleiðslufundi hjá Javnaðarflokkinum, sum fyri løtu síðani samtykti at koyra hann úr flokkinum.

Gerhard Lognberg á floksleiðslufundi hjá Javnaðarflokkinum, sum fyri løtu síðani samtykti at koyra hann úr flokkinum.

Við 27 atkvøðum fyri, trimum ímóti og einari blankari gjørdi Javnaðarflokkurin av fyri løtu síðani at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum.

 

Javnaðarflokkurin hevði kallað saman vil til floksleiðslufund við tí eina málinum, at taka støðu til limaskapin hjá Gerhardi Lognberg.

 

Tað var hósmorgunin, at Javnaðarflokkurin boðaði frá, at sjey av níggju limafeløgum hava heitt á flokkinum at taka limaskapin frá Gerhardi Lognberg. Talan er um øll feløgini, uttan felagið hjá Gerhardi Lognberg. Felagið í norðaruhelvt av Suðuroy var ikki við í áheitanini, men seinni hevur ein meiriluti í nevndini boðaða frá, at felagið kortini tekur undir, at limaskapurin skal takast frá Gerhardi Lognberg.

 

Ósemjan millum Gerhard Lognberg og flokkin hevur verið eyðsýnd leingi. Dropin hesaferð, sambært floksleiðsluni, var, at Gerhard Lognberg ikki tók undir við misálitisuppskotinum á løgmann herfyri.

 

Javnaðarflokkurin telur nú bara fimm tingfólk:

 

Aksel V Johannesen, sum á valinum í 2011 fekk 1.204 atkvøður

Kristin Michelsen, sum á valinum í 2011 fekk 393 atkvøður

Rigmor Dam, sum á valinum í 2011 fekk 271 atkøvður

Henrik Old, sum á valinum í 2011 fekk 265 atkvøður

Eyðgunn Samuelsen, sum á valinum í 2011 fekk 261 atkvøður.

 

Gerhard Lognberg, sum núer koyrdur úr flokkinum, varð valdur sum nummar trý á listanum hjá Javnaðarflokkinum við 344 atkvøðum.

 

 Flerii myndir frá floksleiðslufundinum hjá Javnaðarflokkinum, sum endaði fyri løtu síðani, síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER