Jógvan Zachariassen bloggar: Gud signi Føroyar – ein hugleiðing

Gud signi Føroyar røðin hjá KVF fylti nógv í føroysku fjølmiðlunum og nógvar ymiskar meiningar vóru um sendingarnar. Eitt tað fyrsta, sum kom mær til hugs, tá ið sendingin byrjaði, var orðatakið “Gløgt er gestsins eyga.”


Eg hugsaði um, hvussu lætt tað er at sita inni í egnari boblu og halda, at øll síggja og uppliva tilveruna í samkomu- og kirkjulívi í Føroyum á sama hátt sum ein sjálvur. Hóast eg ikki var samdur við øllum, sum gestsins eygað segði, so valdi eg kortini at hyggja at sendingunum, ikki bert við einum opnum sinni, men eisini, so væl og opið sum eg kundi, við eygunum hjá gestunum, sum gjørdu sendingarnar.

Vit, sum regluliga koma í samkomu og kirkju, kunnu læra nógv av sendingunum – bæði at staðfesta tað, sum er gott, neyðugt og lívgevandi, men eisini at broyta tað, sum er minni gott, óneyðugt og til tíðir skaðiligt. Nú eitt ár er liðið síðani sendingarnar, liggja tríggar hugleiðingar eftir, sum eg tók til mín:

 

Tað var gleðiligt at síggja, hvussu ymisk kristin eru í Føroyum. Eg gleddist um, at vit ikki eru skapt at vera eins, men til at elska og góðtaka hvør annan yvir um mørk okkara. Einleikin stendur roynd sína í ymiskleikanum. Tað hugtók meg at síggja mótsetningin millum tey ungu, sum hugnaðu sær á sandinum í Fuglafirði og tey syrgjandi við jarðarferðina í Leirvík. Báðir bólkar speglaðu veruleikarí tilveruni, nøkur á lívsins vári og onnur við lívsins enda, men tað sum eyðkendi øll, var vónin um nakað betur fyri framan. Tað var vakurt at vitna dópin í Betesda og síggja vøkru komfimantarnar í Vesturkirkjuni, har, hóast ymiskar tulkanir av dópi og ferming, so var halganin til Guds vilja tað, sum eyðkendi øll. Ymiskleikin í lovsonginum í Filadelfia, legusanginum á Zarepta, sálmasanginum í kirkjuni og ungdómsprísanini í Kelduni minti meg á rúmliga hjarta Guds, sum hevur rúm fyri øllum stílunum. Ymisku tulkingarnar av bíbliuni millum prestar og leikmennstaðfestu fyri mær Guds yvirberandi hjarta fyri børnum sínum. Aftur og aftur fekk eg staðfest,hvussu ymisk vit eru og at so skal vera. Men hóast ymiskleika, so eru vit eitt – tí felagsnevnari okkara er Jesus Kristus.

 

Tað var avbjóðandi at skoða inn í tað, sum kann broytast.  Hóast tað ikki er nemt at vera speglaður, og hóast spurningar kunnu setast við, um spegilin er sannur, so liggur vísdómur kortini í, at vera opin fyri neyðugum broytingum. Og sjálvkritikkur eigur at eyðkenna ein og hvønn sunnan felagsskap.

Eg varð mintur á, at eg ikki má geva lyfti, sum ikki eru míni at geva og ikki at fella dóm, sum ikki er mín at døma.Gestsins eyga hjálpti mær at síggja, hvussu manipulerandi tað kann vera við bíbilskum pástandum at geva fólki vón um nakað, sum eg als ikki kann lova; har fólk í vónini um at fáa grøðing ella framgongd í lívinum aftur kenna vónloysi, tí vónin enn einaferð brast. Eg varð mintur á, at ræðslan um at enda í einum brennandi helviti er ikki fyri børn at bera. Eg fekk staðfest, hvussu umráðandi tað er at vera enn meiri tilvitaður um háttin, eg brúki, tá eg samskifti gamlar bíbilskar sannleikar í einum nýtíðarsamfelag, og at vera tilvitaður um týdningin av, at eg ikki eri naivur, niðrandi ella skilaleysur, hóast hetta ikki er ætlan mín. Hóast gleðiboðskapurin mangan kann sýnast vera fólki “dárskapur”, stóð týdningurin av, at eg ongantíð má bera gleðiboðskapin fram á ein náðileysan, dokmatiskan ella býttisligan hátt sera greiður fyri mær. Eg varð eisini mintur á, hvussu neyðugt tað er at vera ektaður og erligur um lívið her og nú. Sjálvt um eg gleði meg til “lívið hinumegin,” tá alt verður gott, so er tann vónin tó ikki ein avnoktan av, at lívið her og nú mangan er sera pínufult og trupult. Men Gud er góður og stórur, og mangan missi eg sjónina av góðsku og stórleika hansara burtur við at avnokta avbjóðandi veruleikan avtilveruni, tá eg taki eina masku á og láti sum um altbara er gott. Eg varð mintur á, at ístaðin eigi eg at lata sár míni og avbjóðingar lívsins vera kelduna, har kærleiki og stórleiki Guds flýtur út á medmenniskju míni.

 

Tað var frígerandi at síggja seg sjálvan gjøgnum gestsins eyga uttan at skula verja seg sjálvan. Tað var gott at síggja, hvat onnur síggja, og at hoyra, hvat onnur hoyra. Líka mikið hvussu objektivt ella subjektivt eg helt gestsins eyga vera, so eru vit øll tulkarar av upplivingum okkara. Soleiðis eru vit sett saman. Vit umseta alt, sum vit síggja, hoyra, lukta, smakka og føla, og allar upplivingar fara gjøgnum filtrið av tí, sum vit áður hava upplivað og hugsað. Vit síggja ikki menniskju fyri hvørji tey eru, men gjøgnumfiltrið, sum vit sjálvi hava. Vit síggja ikki umstøður, sum tær eru, men gjøgnumfiltrið av øllum tí, sum vit áður hava upplivað. Eingin uppliving er upplivað í isolatión. Allar upplivingar eru tulkaðar í heildarsøguni av lívi og upplivingum okkara. Mín frígerandi uppliving var at sleppa frá at verja meg sjálvan og bara uppliva.

 

Onkur sigur at vit mugu verja sannleikan fyri tað, sum hann veruliga er. Eg trúgvi, at absoluttur sannleiki er, men allur sannleiki, allar menniskjaligar royndir, hvør søga og hvør hending, broyta okkum bert, tá vit hava fyrihildið okkum til sannleikan og tulkað hann gjøgnum egnar royndir og søgu. Vit kunnu leika í sum vit vilja, um at sannleikin kom fram ella ikki í sendingunum, tí linsan hjá myndatólsmanninum og røddin hjá vertinum, lýstu fatanina av tí, sum gestsins eyga sá og upplivdi. Og tá ið vit byrja at fyrihalda okkum til tað, so byrja vit at síggja eygu teirra sum eina gávu og avbjóðing til okkum at hyggja at okkum sjálvum við. Og á ein undarligan hátt kann tann sannleikin gera okkum frí.

 

Kjakini vóru nógv, tá sendingarnar blivu vístar. Eftir mínum tykki ein vitnisburður um, at nomið varð við viðkvom evni, sum hópurin av menniskjum kenna sum grundvøll í tilveru teirra. Nú nakað er frálíðið kann sýnast, sum sendingarnar eru farnar í gloymskuna, at samfelagsmyndin er tann sama sum áðrenn. Men eg trúgvi ikki, at so er. Tá eitthvørt ger, at sjógvarnir fara at bróta og aldurnar ganga høgt, kann myndin eisini sýnast óbroytt, tá aftur er logn. Men í kjalavørrinum er sjógvurin broyttur. Hetta eri eg takksamur um.