Leita á in.fo

Jákup Mørk 05.01.2015 (19:48)

Jóhan á danska landsliðnum

Jóhan á Plógv Hansen hevur í skjótt fleiri ár gjørt um seg í donskum hondbólti. Har hava tey eisini langt síðani lagt góðu hondbóltsevnini til merkis, og í samráð við danskar hondbóltsvenjarar valdi Jóhan á sinni at siga nei-takk fyri føroyskan landsliðshondbólt, tí hann vildi heldur bíða eftir møguleikanum, sum kundi koma við danska landsliðnum. Ein møguleiki, sum tó eisini kravdi, at hann ikki spældi fyri føroyska landsliðið í tvey ár.

 

Tvey ár eru nú liðin, síðani avgerðin varð tikin, og í dag fekk Jóhan sín møglueika. Í dag spældi hann fyri fyrstu ferð í reyðum og hvítum, tá Danska U21-landsliðið spældi móti Svøríki í Malmø.

 

Johan fekk góð skoðsmál fyri sítt avrik í dystinum, og hann skeyt eitt mál.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her