Jóhan á Plógv og U21 dreingirnir vunnu silvur

Danska U21 hondbóltslandsliðið, har føroyski Jóhan á Plógv Hansen spælir við, tapti tepurt móti Frankaríki 26-24 í heimsmeistarafinaluni í Brasilia.


Danska U21 hondbóltslandsliðið, har føroyski Jóhan á Plógv Hansen spælir við, tapti tepurt móti Frankaríki 26-24 í heimsmeistarafinaluni í Brasilia.

 

Danska liðið lá á odda fyrstu minuttirnar við einum máli frammanfyri. Men sum fyrri hálvleikur leið, kom Frankaríki framum – og eitt skifti við fimm málu.

 

Men danska liðið kom afturíaftur. Og síðstu minuttirnar var bara eitt mál á muni. Men tá tveir minuttir vóru eftir varð ein dani útvístur í tveir minuttir. Og tá ein afturat løtu seinni varð útvístur, var vónleyst – og fransmenn vunnu dystin 26-24.