Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 19.03.2007 (00:09)

Johan Dahl bjóðar Alfred Olsen av

Tað verður kampval um næstformanssessin í Sambandsflokkinum á landsfundinum næsta vikuskiftið. Johan Dahl stillar upp ímóti Alfredi Olsen

Næsta vikuskiftið hevur Sambandsflokkurin landsfund, og tað er greitt, at tað verður kampval um næstformanssessin.

 

Norðlýsið skrivar, at Johan Dahl stillar upp ímóti Alfred Olsen, sum í løtuni er næstformaður í flokkinum. Formaður er Kaj Leo Johannesen.

 

Alfred Olsen tók fyrr í ár sín stuðul til samgonguna aftur orsaka av rumblinum um 266b, og síðani hevur Alfred Olsen mist álitissessir í løgtinginum.

 

Nú skal Alfred Olsen eisini stríðast fyri sínum álitissessi sum næstformaður í Sambandsflokkinum.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her