fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.2m/s

Leita á in.fo

Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, er sjúkrameldaður í tríggjar vikur. Johan Dahl hevur konstituerað Hans Johannes á Brúgv sum stjóra hetta tíðarskeiðið

Eirikur Lindenskov 17.12.2013 (23:46)

Johan Dahl vísir øllum skuldsetingum aftur

Johan Dahl, landsstýrismaður, boðar nú í nátt frá, at Vinnumálaráðið vísir skuldsetingum aftur í frágreiðingini, sum  fíggjarleiðarin hjá Strandferðsluni sendir fíggjarnevndini sunnudagin.

 

– Vinnumálaráðið hevur í kvøld sent Fíggjarnevnd Løgtingsins viðmerkingar til ein teldupost frá fíggjarleiðaranum á Strandfaraskipum Landsins til Fíggjarnevndina, dagfestur 15. desember 2013, sigur Johan Dahl. Og hann heldur fram:

 

» – Í viðmerkingunum frá Vinnumálaráðnum verður m.a. afturvíst, at týðandi upplýsingar skuldu verið hildnar aftur fyri Løgtinginum í sambandi við viðgerðina av uppskotinum til fíggjarløgtingslóg 2013 og 2014.

 

Viðmerkingarnar frá Vinnumálaráðnum innihalda eisini dokumentatión fyri, at pástandir í nevnda telduposti ikki hava hald í veruleikanum.

 

Stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Bogi Mortensen, hevur í dag boðað frá, at hann er sjúkrameldaður í tríggjar vikur. Tí hevur landsstýrismaðurin við vinnumálum, Johan Dahl, sett Hans Jóhannes á Brúgv sum settan stjóra í nevnda tíðarskeiði.

 

Fyri at fáa fulla greiðu á fíggjarstøðuni hjá SSL er grannskoðarin hjá stovninum biðin um gera upp støðuna hjá Strandfaraskipum Landsins. Hendan frágreiðingin verður væntandi tøk fríggjadagin«, stendur í teldupostinum frá Vinnumálaráðnum.

 

Lesið brævið frá Johan Dahl til fíggjarnevndina VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Lesi frágreiðingina frá Vinnumálaráðnum VIÐ AT TRÝSTA HER

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her