Leita á in.fo

Danjal av Rana 26.11.2014 (18:51)

Jóhan og Rakul reiðrast í Ringe

Johan í Kollafirði er endiliga komin upp á pláss – á Stjernekilde í Ringe á Fyn. Rakul Dalsgaard og Johan í Kollafirði siga, at tað er fantastiskt at vera komin nøkunlunda upp á pláss aftur, eftir eitt heldur meldurkent ár.

- Hetta er totalt dreymagarðurin, sigur Rakul Dalsgaard. Vit hugdu at tólv gørðum, líka frá norðurjyllandi til oddin av Langeland. Johan fall sjálvandi pladask fyri hvørjum einasta eina, jú verri standurin, jú betri, ha? Men eg orkaði ikki eitt nýtt Fámara. Eg hevði ikki hug at skula byggja alt upp av nýggjum aftur, greiðir Rakul Dalsgaard frá.

 

Maðurin brýtur inn.  – Rakul fekk meg við upp á hugskotið um, at heldur enn at byrja á botni, sum í Fámara, hvat við at byrja á tí støði, vit endaðu á seinast? Hvar enda vit so?

 

Og soleiðis bleiv. Í Ringe á Fyn hava tey funnið sín dreymagarð. Stjernekilde, sum garðurin eitur, er upprunaliga bygdur í 1700-talinum, men varð fluttur á sín núverandi stað í 1866. Johan í Kollafirði sigur, at á garðinum eru umleið 2500 fermetrar av bygningum.

 

- Hesin garðurin er eisini væl hildin. Flestu bóndagarðarnir vit hava hugt at, fóru á heysin, og tað sæst aftur á nógvum teirra, at teir eru illa hildnir. Við hesum bóndagarðinum er annarleiðis. Fyrrverandi bóndin doyði óvæntað, og tískil varð garðurin seldur. Grannabóndin keypti hann, fyri at fáa hendur á jørðini, men hevur kortini hildið bygningarnar við líka. Vit eru tí í eini heilt aðrari støðu, enn tá vit fluttu inn í Fámara. Har var eingin streymur fyrsta árið, vit búðu har. Her er enntá hiti í gólvinum. Rakul hevði rætt, tað er nógv meiri spennandi, at byggja víðari á bygda grund, heldur enn at byggja av nýggjum, sigur Johan Dalsgaard.

 

Les um framtíðarætlanirnar og dreymarnar hjá Johan og Rakul Dalsgaard í Meldrinum í mikudagsblaðnum, ið er borið út í hvørt heim í dag.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her