John nýggjur rakstrarleiðari

Eysturkommuna hevur sett nýggjan leiðara í starv


Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

John Høgnesen er settur í starv sum nýggjur rakstrarleiðari í Eysturkommunu. Tað boðar kommunan frá á heimasíðuni eysturkommuna.fo.

Upplýst verður, at John Høgnesen er útbúgvin maskinmeistari og hevur siglt í nógv ár. Seinasta árið hevur hann tó starvast hjá kommununi sum vatnmeistari. Hann er ættaður úr Leirvík og býr í Norðragøtu.

Um starvið skrivar kommunan, at rakstrarleiðarin hevur, undir leiðslu av tekniska leiðaranum, ábyrgd av at leggja til rættis, samskipa og leiða arbeiðið hjá arbeiðsbólkunum, og skal samstundis tryggja at arbeiðini verða framd innan ásettar karmar.

Høvuðsábyrgdarøkini eru: drekki- og spillvatn, vegir og gøtur, havnaløg og bátahylar, bygningar, fríøki og fríðkan, ítróttarøki og spælipláss, og maskinur og amboð.

Mynd: Eysturkommuna