Leita á in.fo

Jóaenes Hansen 28.01.2014 (17:59)

Jón Kjølbro dómari í Strasbourg

So er tað avgjørt, sum tað hevur verið roknað við, og sum áður er umrøtt her á in.fo. Jón Fríðrik Kjølbro er útnevndur at vera dómari í mannarættindardómstólinum í Strasbourg. 46 ára gamli Jón F. Kjølbro verður ein av 47 dómarum. Ein er útnevndur av hvørjum landi, sum hevur tikið ndir viðeuropeisku mannarættindarkonventiónini.

Tað var Europatingið, sum í dag valdi Jón F. Kjølbro, ið var innstillaður sum ein av trimum dønum av einari undirnevnd. Allir tríggir danirnir vóru roknaðir at vera sera væl skikkaðir. Hinir báðir vóru Nina Holst-Christensen, sum í løgmálaráðnum verður roknað at vera størsti serfrøðingurin í ES rætti og mannarættindum, og so kamaradvokaturin Karsten Hagel-Sørensen.

Síðani 2005 hevur Jón Fríðrik Kjølbro verið dómari í Eystara landsrætti. Hann hevur áður verið dómari í Føroya rætti.

Jón Fríðrik Kjølbro er føddur í Føroyum, og bæði foreldrini eru føroysk. Mamman Alvdis, býr niðri, og pápin var Jógvan Kjølbro, sáli.

Jón F. Kjølbro er giftur føroyskari konu – Gurðun, dóttir Judith og Osvald Kjærbo, sála, í Havn.

Jón Fríðrik Kjølbro fer í nýggja embætið seinni í vár. Starvsskeiðið er níggju ár.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her