Leita á in.fo

Hallur av Rana 16.09.2015 (09:39)

Jónleif Johannesen trekkir seg sum næstformann

Tá nýggja løgtingið varð sett, landsstýrisfólkini tilnevnd og varafólkini tóku sæti á tingi í gjár, vóru fleiri tingfólk, ið tóku á sæti á tingi fyri fyrstu ferð.


Ein teirra var Jónleif Johannesen, ið gjørdist nummar 10 á listanum hjá Javnaðarflokkinum. Tá flokkurin tilnevndi fýra landsstýrisfólk úr tingmanningini, merkti tað, at Jónleif Johannesen tók sæti á tingi sum fastur varamaður hjá Javnaðarflokkinum.


Tað hevur fingið avleiðingar fyri annað virksemi hjá Jónleif Johannesen. Javnaðartingmaðurin hevur nevniliga boðað frá, at hann hevur biðið um farloyvi frá nevndararbeiðinum í Føroya Lærarafelag fram til næsta aðalfund.


Føroya Lærarafelag skrivar á teirra heimasíðu, at Jákup Eli Olsen kemur í hansara stað í nevndini, umframt at ein nýggjur næstformaður verður valdur á nevndarfundi 24. september.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her