Leita á in.fo

Mynd: (Kaj Leo í Bartalsstovu(t.h) saman við umboðsmanninum, Hans Jacob á Líknargøtu

Tróndur Arge 01.02.2016 (13:13)

Kaj Leo gjørt sáttmála við Dinamo Bukarest

- Nú er tað endiliga uppá pláss, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu úr fartelefonini úr Bukarest í Rumenia. Sostatt verður Kaj Leo í Bartalsstovu fyrsti føroyingurin í rumenskum fótbólti.

 

- Hetta hevur gingið skjótt fyri seg, men seinastu dagarnir hava gingið seint, sigur føroyski landsliðsspælarin, sum hevur gjørt ein sáttmála fyri komandi hálva annað árið.

 

Partarnir hava tingast í allan dag, men eru nú komnir á mál. Hóast tað vóru smálutir, sum skiltu partarnar, so tók tað eina løtu at koma á mál.

 

-       Eg var ikki nervøsur um skiftið. Eg var til læknakanning í fýra tímar, men alt gekk væl.

 Eg skal eta meir, og skal strekkja ryggin meir, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu við einum brosi.

 

Gøtumaðurin skal venja við næstbesta liðnum í morgin, meðan besta liðið er á venjingarlegu í Kýpros. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her