Kasuarur drap eigaran

Sambært San Diego Zoo er kasuarur heimsins vandamiklasti fuglur, og klórnar kunnu gerast upp í 10 sentimetrar langar.

 


 

Ein risastórur fuglur, sum upprunaliga heldur til í Avstralia og Nýguinea, hevur dripið eigaran í Florida, sum var ein 75 ára gamal maður.

Kasuarur, sum fuglurin kallast, er av strussaætt, og hann verður roknaður fyri at vera heimsins mest vandamikli fuglur – ikki minst, tí fuglurin er kvikur, og klórnar á fótunum kunnu gerast upp í 10 sentimetrar langar.

Tí krevur USA eisini serligt loyvi til at eiga hetta fuglaslag í fangilsi, eins og neyv krøv eru um, hvussu fuglabúrið, har fuglurin gongur, skal vera tryggjað ímóti, at fuglurin sleppur sær út.

Sambært lokalu myndugleikunum, har hendingin fór fram, leyp kasuarurin á eigaran, tá hesin datt og lá niðri. Sjálvt um maðurin beinanvegin varð fluttur á sjúkrahús, stóð lívið hjá honum ikki til at bjarga. Hann hevði fingið ov stórar skaðar.

Hin 75 ára gamli varð kendur fyri at hava eina samling av eksotiskum dýrum inni á sínari ogn.

Sambært San Diego Zoo er kasuarur heimsins vandamiklasti fuglur. Hann kann gerast upp í 1,80 metrar høgur og viga 120 pund. Sjálvt um fuglurin ikki flýgur, er hann ógvuliga kvikur; klórnar eru sum spjót, og kann renna upp í einar 50 kilometrar um tíman.