Leita á in.fo

Danjal av Rana 15.09.2014 (11:07)

Kavaðu sjálvir eftir stolnu nummarplátunum

Leygarkvøldið vóru sjey nummarplátur stolnar av bilunum hjá Sea Shepherd á Tvøroyri. Nakrir ótangar høvdu verið upp á spæl, og blakaðu nummarpláturnar í havnalagið á Tvøroyri. Teir vóru tó sæddir av Sea Shepherd umboðum, sum fylgdu teimum, umframt at melda teir til løgregluna.

 

Tá løgreglan steðgaði tjóvunum, játtaðu teir seg sekar, og søgdu, at teir høvdu blakað nummarpláturnar á sjógv.

 

Løgreglan í Suðuroy hevði ongan kavari at taka til, og heittu tí á Sea Shepherd um at veita ein kavara, sum kundi heinta nummarpláturnar. Kavarin hjá Sea Shepherd fekk fatur á fimm av nummarplátunum, men fann ikki tær báðar seinastu.

 

Tjóvarnir fingu eina bót á 1500 krónur.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her