Leita á in.fo

Hallur av Rana 21.09.2015 (10:13)

- Kemur ikki upp á tal við mær í samgongu

Um fólk kring Føroyar ikki kendu Kristin Michelsen áðrenn 29. oktober 2011, so broyttist tað á valkvøldinum, tá nývaldi suðuroyartingmaðurin í beinleiðis sjónvarpi meldaði greitt út, at hann ikki fór í nakra samgongu um Hvalbiartunnilin ikki varð raðfestur.


Viðmerkjarar góvu skjótt borgarstjóranum á Tvøroyri skylduna fyri, at Javnaðarflokkurin ikki gjørdist partur av eini samgongu, og fingu hann og hin suðuroyartingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Henrik Old, eyknevni vargarnir í Javnaðarflokkinum.


Í dag, fýra ár seinni, er støðan ein heilt onnur. Henrik Old er vorðin landsstýrismaður í Samferðslumálum, har málsøkið tunnismál liggja, meðan Kristin Michelsen er vorðin formaður í rættarnevndini, ið er nevndin, ið viðgerð tunnilsmál. Tað vil siga, at tað eru teir báðir suðuroyarvargarnir, ið sita við valdinum í tunnilsmálum í Føroyum í dag.


Seinastu mánaðirnar eru tað tó alsamt fleiri røddir, ið hava ført fram, at tunlarnir Norður um Fjall eiga at verða tiknar framum Hvalbiartunnilin. Tað kemur als ikki upp á tal, sigur nývaldi formaðurin í Rættarnevndini.


- Tað kemur ikki upp á tal við mær í samgongu og sum formanni í Rættarnevndini, at tunlarnir Norður um Fjall verða bygdir áðrenn Hvalbiartunnilin. Hvalbiartunnilin er fyrsti tunnilin, ið verður bygdur á landi, sigur Kristin Michelsen.


Kristin Michelsen vísir á, at man í 2011 samtykti at Hvalbiartunnilin er næsti tunnilin aftaná Viðareiðistunnilin, og tað verður ikki broytt.


- Í 2011 varð eitt lyfti givið um, at Hvalbiartunnilin er tann næsti tunnilin, ið verður bygdur. Tað lyftið verður ikki svikið. Eg hevði skilt tað, um man ynskti at gera tunlarnar Norður um Fjall áðrenn Viðareiðistunnilin, men nú eigur Hvalbiartunnilin tørn.


Formaðurin í Rættarnevndini vil heldur ikki útiloka, at Hvalbiartunnilin møguliga verður framskundaður, nú arbeiðið við Viðareiðistunlinum gongur skjótari enn frammanundan mett.


- Ein fíggjarætlan skal leggjast nú, og man hevur tosað um at geva eina eykajáttan til Viðareiðistunnilin, soleiðis at arbeiðið verður fyrr liðugt. Um tað kemur har til, so kann tað vera, at tunnilin til Hvalbiar verður framskundaður. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her