fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.2m/s

Leita á in.fo

26.10.2013 (16:25)

Klæmint eigur máltindin

NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen er besti málskjúttin í EFFO deildini 2013. Álopsessið úr Rituvík, sum altíð hevur umboðað barndómsfelagið vísti enn eina ferð í dag, hvussu vandamikil hann er. Ímóti FM vinnarunum í HB skoraði hann tvær ferðir. Hann skoraði til 1-0 og 4-2.

Samantalt skoraði Klæmint A. Olsen 21 mál í landskappingini. Í trimum teimum seinastu umførunum skoraði Klæmint seks mál – trý í 4-2 sigrinum á útivølli ímóti 07Vestur í 25. umfari, eitt í 3-1 tapinum í Fuglafirði síðsta sunnudag og so tvey í góðveðrinum seinnapartin í dag á heimavølli ímóti HB.

-Sjálvandi er tað hugaligt hjá álopsspælara at skora nógv mál, og tað hevur gingið sera væl hjá okkum nú í nógv umfør. Vit eru fegnir um gongdina, men samstundis mugu vit staðfesta, at tað kostaði bronsukrónurnar og rættin at taka lut í Europa næsta summar, at vit síðsta sunnudag taptu 3-1 í Fuglafirði, segði Klæmint A. Olsen í samrøðu við Rás2, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð við Løkin í dag, og tað var greitt, at B36 við 3-1 sigri í Fuglafirði hevði tryggjað sær bronsukrónurnar og rættin at spæla í europeisku kappingini næsta summar.

Undan 27. umfari var Klæmint ovast á máltindinum. Hann var tvey mál frammanfyri Leif Niclasen í EB/Streymi og Páll A. Klettskarð í KÍ.

Seinnapartin var spenningur í, um tað fór at verða Klæmint Andrasson Olsen ella Páll Andrasson Klettskarð, sum fór at enda á máltindinum. Páll A. Klettskarð og KÍ vóru á veg ímóti stórsigri á 07Vestur, meðan NSÍ tíðliga í 2. hálvleiki stríddist fyri at varðveita leiðsluna ímóti HB, sum eftir skinklandi 1. hálvleik  eina løtu var um at fáa høvdið fyri seg.

Eina løtu stóð á jøvnum millum teir báðar fremstu málskjúttarnar, og tað tóktist meiri sannlíkt, at KÍ toppskjúttin hevði lættari við at skora enn NSÍ toppskjúttin. Men so vísti Klæmint A. Olsen, hvussu vandamikil hann er. Við framúr stútara eftir horna staðfesti hann 4-2 sigurin á HB, og at hann var besti málskjúttin í ár.

Leif Niclasen í EB/Streymi og Finnur Justinussen, sum undan síðsta umfari høvdu møguleika at leggja seg heilt upp á máltindin, skoraðu ikki í síðsta umfari.

 

Máltindurin 2013

Klæmint A. Olsen

21

Páll A. Klettskarð

20

Leif Niclasen

17

Finnur Justinussen

16


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her