Leita á in.fo

Danjal av Rana 02.09.2015 (17:45)

Knýta Suðuroynna at meginøkinum

Varaborgarstjórin í Tvøroyrar kommunu sigur, at hann hevði als ikki væntað, at vera valdur, men er ómetaliga takksamur fyri allar atkvøðurnar, hann hevur fingið.

 

Bjarni Hammer letur ongan iva vera um, at hann ætlar at stríðast fyri Suðuroynni, nú hann tekur sæti á tingi.

- At taka familjuna til Havnar kostar tað hvíta úr eygunum á mær, meðan fólk norðanfjørðs rinda 100 krónur fyri at koyra gjøgnum tunnilin. Suðuroyggin er fyri einum ógvuligum vanbýti á so mongum økjum, sigur Bjarni Hammer.

 

Kjarnin í hesum er ferðasambandið um Suðuroyarfjørð og Bjarni Hammer ætlar sær tí eisini at virka fyri, at Smyril skal sigla fleiri túrar um dagin.

 

Hann sigur, at sama er galdandi fyri vinnuna, sum ikki kann kappast á jøvnum føti við vinnuna aðra staðni í landinum.

- Ein fyritøka, sum skal senda okkurt av landinum, liggur longu 4.000 krónur aftan fyri aðrar fyritøkur í landinum, sum er kostnaðurin fyri at senda ein konteynara til Havnar. Á onkran hátt mugu vit fáa javnsett vinnuna her suðuri við vinnuna aðrastaðni, sigur hann.

 

Sum so mongum øðrum suðringum, so liggur Suðuroyar Sjúkrahús eisini honum á hjarta, og Bjarni Hammer sigur, at tað er alneyðugt, fyri at fáa fólk at trívast í oynni, at tey kunnu føla seg trygg.

- Tí mugu vit hava eitt sterkt sjúkrahús við eini góðari bráðfeingistrygd, so at fólk vita, at tey eru í tryggum hondum, um okkurt skuldi hent teimum, sigur Bjarni Hammer.

 

Bjarni Hammer hevur eftir valið fingið nakað av uppmerksemi fyri eitt heldur sermekt vallyfti. Hann lovaði, at um hann varð valdur, skuldi hann nýta hansara, eftir hansara tykki, ovurstóra ferðaískoyti til at halda eitt rimmar jólaborðhald fyri sínum veljarum.

- Tað lyfti skal eg halda. Hetta geri eg, fyri at varpa ljós á, hvussu høpisleyst hetta ferðaískoyti er.

Onkur hevur peikað á, at tað hevði sømt seg betur hjá einum javnaðartingmanni at givið upphæddina til tey, ið liva í fátækaváða, og Bjarni Hammer er ikki heilt ósamdur í hesum.

- Tað er eingin ivi um, at upphæddin kann nýtast til mangt, men sannleikin er, at um eg hevði givið upphæddina til Í Menniskjum Góður Tokki, hevði eg ikki skapt sama uppmerksemi um ferðaískoyti. Men bíða nú, upphæddin er stór, so tað er væl hugsandi, at partar av ferðaískoytinum verða nýttir til vælgerandi endamál eisini, sigur Bjarni Hammer at enda. Kanska okkurt verður eftir til okkurt annað

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her