Konsert við føroyskum og donskum sangskattum (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu Rana Nolsøe frá bólkinum Frændur um konsertina, ið verður í høllini á Hálsi í Havn komandi leygarkvøld

Rani Nolsøe og hinir í Frændur fara at framføra í høllini á Hálsi í Havn komandi leygarkvøld (Twittermynd)

Rani Nolsøe og hinir í Frændur fara at framføra í høllini á Hálsi í Havn komandi leygarkvøld (Twittermynd)

##med2##

Leygarkvøldið 18. mai ber til at uppliva eitt stórfingið og heilt serstakt tiltak í Høllini á Hálsi. Hetta kvøldið fer sjónleikarin og sangarin Rasmus Bjerg á pallin við bólki sínum at framføra øll tey stóru hittini hjá legenduni John Mogensen. Vit tosa um sangir sum »Så længe jeg lever«, »Der er noget galt i Danmark«, »To mennesker på en strand«, »Fut i fejemøget« og aðrar kendar sangir hjá John Mogensen.

Frændur, fer eisini at spæla hetta kvøldið. Frændur eru ein risi í føroyskum tónleiki – bæði við útgávum, sangum og framførslum. Nú leitar Frændur aftur í Høllina á Hálsi, har bólkurin gjøgnum árini hevur havt fleiri stórfingnar framførslur. Hetta serstaka kvøldið fer Frændur at spæla sínar bestu sangir – »Føroyar«, »Mítt land«, »Lívsmynd«, »Eros« og aðrar.

Kvøldið við Rasmus Bjerg og Frændum verður skipað sum konsert og dansur.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna vertirnir FM1, Petur Zachariassen og Eyðfinn Drewsen gjørdu við Rana Nolsøe frá bólkinum, Frændur í sendingini VBS. 

Tað er longri í millum, at Frændur framføra. Rani Nolsøe er spentur uppá kvøldið og konseptið, har Rasmus Bjerg hevur gjørt tað framúr sum John Mogensen-tulkari.

Rani Nolsøe og hinir í Frændur fara at framføra í høllini á Hálsi í Havn komandi leygarkvøld (Twittermynd)

(Hoyr samrøðu, ið var við Rana Nolsøe í sendingini VBS á FM1 fyrr í dag)