Koyrandi gjøgnum tunnilin um 20 mánaðir

Í desember næsta ár verður koyrandi gjøgnum Eysturoyartunnilin, skrivar samferðslumálaráðið, nú felagið, sum skal byggjar teir báðar tunlarnar, Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin, hevur havt aðalfund.


Nevndin varð afturvald. Í nevndini eru: Bergur Poulsen, formaður, Marita Súsanna Hentze, næstforkvinna, Gudmund Mortensen, nevndarlimur og Uni Danielsen, nevndarlimur.

Higartil er Eysturoyartunnilin komin so langt, at tað eftir ætlan verður sprongt ígjøgnum móti Rókini í mai og millum Eysturoynna og Streymoynna í juni.

Hetta merkir, at í dag er tilsamans 93 prosent av tunlinum boraður, síðani byrjað varð at bora í 2017.