Leita á in.fo

Gunnar Dahl-Olsen og hinir súkklararnir fara ikki kring Føroyar í ár

Hilmar Jan Hansen 01.08.2013 (22:40)

Kring Føroyar verður aftur næsta ár

Árliga súkklukappingin kring Føroyar, sum hevur verið fastur summartáttur í føroysku súkklingini 17 ár á rað, verður av ongum í ár, tí tá freistin var úti á midnátt, vóru bara átta súkklarar tilmeldaðir.

Tí gjørdi Tórshavnar Súkklufelag, sum fyrireikar kappingina, av at avlýsa hana, og er hetta fyrstu ferð, øll árini síðani 1995, at kappingin er avlýst.

Gunnar Dahl-Olsen harmast um, at kappingin verður av ongum, men vísir á, at hóast Oyggjaleikirnir hava kravt tíð og orku, er neyðugt at halda seg til tær freistir, ið verða settar, og tí er kappingin avlýst.

Hoyr samrøðuna við hann við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her