Leita á in.fo

Danjal av Rana 21.10.2014 (11:06)

Kristianna Winther Poulsen á ting

Kristianna Winther Poulsen, sum í fleiri umførum hevur havt sæti á Føroya Løgtingi, tekur aftur sæti nú Kári P. Højgaard, tingmaður er farin í farloyvi orsaka av ørindum á ST aðalfundinum í New York.

 

Kristianna er útbúgvin sum cand. mag. frá lærda fróðskaparsetrinum í Roskilde og Robert Gordon fróðskaparsetrinum í Skotlandi. Hon fekk flestar persónligar atkvøður á listanum hjá Sjálvstýris-flokkinum í Tórshavn við seinasta val.

 

Hon hevur í fleiri umførum havt sæti á tingi, og er eitt kent andlit á politiska pallinum.

Jógvan Skorheim er fyrsti eykamaður á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum, men hevur biðið seg undan at taka sæti. Ikki er óhugsandi, at hetta hevur samband við avgerð hansara, um ikki at stilla upp aftur til komandi løgtingsval.

Les eisini Borgarstjórin í Klaksvík stillar ikki upp til løgtingsval


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her