fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.2m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 25.05.2015 (07:39)

Læknalesandi vilja heim aftur til Føroya

Læknalesandi vilja fegin síggja myndugleikarnar fara undir eina miðvísa menning av føroyska heilsuverkinum, áðrenn tey taka støðu til at flyta heim

 

Felagið hjá føroyskum læknalesandi í Keypmannahavn, LÍK, hevur gjørt eina spurnarkanning millum tey føroysku læknalesandi, nú so nógv kjak hevur verið um eitt nú skipanina av føroyska heilsuverkinum.

 

Í kanningini hava tey eitt nú lagt dent á, hvussu tey føroysku læknalesandi meta um sína læknaligu framtíð, og í hvønn mun kjakið um umstøðurnar í føroyska heilsuverkinum í løtuni og ónøgdin millum núverandi serlæknar í Føroyum hevur ávirkan á framtíðarætlanirnar hjá komandi ættarliði av føroyskum læknum.

 

Sambært hagtølum frá Studna vóru í skúlaárinum 2013/2014 tilsamans 96 føroyingar undir læknalesnað. 76 teirra í Danmark, 19 í Póllandi og 1 í Ungarn.

 

– Um vit ganga út frá hesum tølum, er luttøkan í okkara kanning næstan 80 prosent. 76 lesandi hava svarað. Tað er nærum javnt er býtt millum lesandi á bachelor-partinum (1.-3.ár) og kandidat-partinum (3.-6.ár) av útbúgvingini, sigur Marin í Dali, nevndarlimur, sum er nevndarlimur í LÍK.

 

Ein triðingur av teimum lesandi hevur ætlanir um at koma heim aftur til Føroya at arbeiða eftir loknan lesnað. Tey flestu eru í iva.

 

Men vert er at leggja til merkis, at einans tvey svara “Nei”, tá ið spurt verður, um tey ætla sær heimaftur – og tískil er stórur møguleiki í fyri at fáa lokkað fleiri føroyskar læknar til føroyska heilsuverkið í framtíðini.

 

Tá spurt verður um orsøkirnar til ivamálið, um flytast skal heimaftur, nevna flestøll, at hetta kemur av, at “Heilsuskipanin ikki verður raðfest nóg høgt av politiska myndugleikanum”, og at “Sjúkrahúsverkið tykist undirfíggjað”.

 

Eisini nevnir næstan helvtin av teimum luttakandi “Serlæknatrot” at vera eina av høvuðsorsøkunum til ivan, og at tey vænta ov stóra arbeiðsbyrðu, um tey velja at starvast í Føroyum.

 

Kortini eru ikki nógv, ið grundgeva fyri ivanum um, at tey ikki ynskja at búgva í Føroyum, ella at tey “ynskja sub-speciali í sergrein, ið møguliga ikki er tørvur á ella sjúklingagrundarlag fyri í Føroyum”.

 

– Tískil meta vit, at tey flestu læknalesandi kundu lokkast heimaftur, tí tey hava hug til tess, men at tað krevur at betra um fíggjarkarmar, manning og raðfesting av føroyska heilsuverkinum sum heild, siga tey í felagnum hjá læknalesandi í Keypmannahavn.

 

Samstundis nevna 80 prosent, at kjakið um føroyska heilsuverkið hevur neiliga ávirkan á hugin í at koma heimaftur.

 

At enda kann leggjast afturat, at fyri tey flestu føroysku læknalesandi hevur tað stórt dragandi virði, at tey fáa møguleika at taka ein part av grund- og serlækna-útbúgvingini í Føroyum.

 

– Samanumtikið kann sigast, at vit eru nógv føroysk læknalesandi, sum hava áhuga í at venda gongdini í samband við læknatrotið í Føroyum. Men mong okkara ivast í at flyta heim, so leingi vit ikki greitt síggja, at mynduleikarnir í Føroyum eru farnir undir eina miðvísa menning av føroyska heilsuverkinum, siga tey læknalesandi.

 

– Vit vilja Føroyar, og vit eru mong, ið ynskja at velja Føroyar, sigur nevndin í LÍK.

 

Sí talvurnar niðanfyri:

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her