Kaj Leo í Bartalsstovu er á veg til at blíva Dinamo Bukarest spælari. Tað váttar umboðsmaðurin, Hans Jacob á Líknargøtu.
- Vit hava tunguna mitt í munninum, men eru spentir upp á hvat felagið hevur at bjóða. Um alt gongur eftir ætlan, so verður hann vónandi Dinamo Bukarest spælari mánadagin, sigur Hans Jacob á Líknargøtu.
Kaj Leo og Hans Jacob eru í løtuni í Danmark, har leiðin síðani gongur til Rumenia.
- Vit eru á veg til Rumenia, at fáa teir seinastu smálutirnar upp á pláss. Millum annað skal Kaj Leo eisini til eina læknakanning, sum er vanligt, tá spælarar skifta felag, greiðir umboðsmaðurin frá.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Kaj Leo er í Rumenia. Hann hevur spælt har við Víkingi í 2013, og var á bonkinum, tá Føroyar í fjør taptu 1-0. Avrikið, sum tó tykist hava skapt áhugan fyri føroyska vonginum, var tá Rumenia var í Føroyum í oktober í fjør.
- Tað eru serliga avrikini á landsliðnum, har Føroyar vóru í bólki við Rumenia, sum hava kveikt áhugan fyri honum, sigur Hans Jacob á Líknargøtu.
Í løtuni eru spælararnir hjá Dinamo Bukarest á Kypros í venjingarlegu, og koma aftur týsdagin. Dinamo Bukarest er helst næststørsta felagið í Rumenia, aftaná Steua Bukarest. Dinamo liggur í løtuni á triðja plássi í rumensku landskappingini.