- Lat okkum øll venda Paludan bakið

Danskir politikarar taka frástøðu frá provokatørinum Rasmus Paludan aftaná ógvusligan ófrið í gjár


 

Í gjár var øgiligur ófriður á gøtunum í Keypmannahavn. Tað byrjaði á Norðurbrúgv tíðliga seinnapartin, tá provokatørurin og islamkritikarin Rasmus Paludan helt eitt mótmælistiltak. Hann varð álopin, meðan hann kastaði við teirru heilagu koranini, og síðan tá vant ófriðurin uppá seg.

Tað endaði við dysti millum løgregluna og mótmælisfólk, sum Paludan hevur traðkað á tærnar, og úrslitið bleiv umframt harðskap og steinkast til fleiri enn 20 eldásetingar ymsa staðni í danska høvuðsstaðnum.

- Møt honum við argumentum

Danskir politikarar vóru skjótir til tastarnar í gjárkvøldið við viðmerkingum til ófriðin. Teir flestu eru samdir um, at Rasmus Paludan er ein tápulingur, sum almenningurin ikki skal lata seg provokera av. Vit endurgeva her nakrar av Twitter-dagføringunum:

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Venstre og forsætisráðharri:

“Eg taki kraftiga frástøðu frá meiningsleysu provokatiónunum hjá Paludan, sum ikki hava annað endamál enn at skapa splid. Møt honum við argumentum - ikki við harðskapi. Lad ikki vanvirðisligar handlingar móti ávísum bólkum í samfelagnum oyðileggja okkara samfelag.”

##med2##
Anders Samuelsen, formaður í Liberal Alliance og uttanríkismálaráðharri:

“Skandaløsur atburður á Norðurbrúgv: Talufrælsið SKAL verjast óansæð, um mann ikki er samdur við provokatørin! Tey, sum leypa á hann og løgregluna, eru fíggindarnir hjá talufrælsinum, og tey skulu fordømast. “

Søren Pape Jensen, formaður í Konservative og løgmálaráðharri:

“Ein syrgiligur sunnudagur. Sirkussið hjá Paludan snýr seg bara um at seta ilt ímillum fólk og provokere, og á hinari síðuni eru harðligir antidemokratar, sum eru so vitleysir at kasta við steinum móti løgregluni. Harðskapur er ongantíð svarið! Brúka argumentir - ella enn betur - ignorera Paludan.”

##med3##

Nógv rok var á Norðurbrúgv og Christianshavn í gjár. Mynd: Mathias Øgendal

Les eisini: Ófriður í Keypmannahavn við táragassi og steinum

Morten Østergaard, formaður fyri Radikalu Vinstra:

“Hasin Paludan er ein óuppdrigin býttlingur, sum mann bara kann taka frástøðu frá. Men at møta honum við harðskapi og bardaga móti løgregluni er tíverri bara at uppfylla hansara heitu dreymar. Han er eitt hatursprædikantur, sum livar av tí hatrinum, hann kann skapa. Lat okkum øll venda honum ryggin og standa saman”.

Pernille Skipper, orðstýrari hjá Eindarlistanum:

“Rasmus Paludan hevur einki annað endamál enn at elva til ófrið og skapa hatur. Hann er ógvusliga provokerandi, men hann skal møtast við argumentum, ikki við harðskapi. Hansara generaliseringar hava einki hald í veruleikanum og kunnu yvirvinnast við orðum.”

Mette Frederiksen, forkvinna hjá Socialdemokratunum:

Eg kann ikki torga haturstaluna og meiningsleysu provokatiónirnar hjá Paludan. Lad okkum ignorera hann. Hann er bundin at uppmerksemi, og fær hann ikki hesa, verður hann líkagyldigur. Lad okkum venda ryggin til hatrið og lata virðing tala!

Pia Kjærsgaard, forkvinna í Fólkatinginum, Dansk Folkeparti:

“Eg havi stóra virðing fyri løgregluni! Verjir talufrælsið, men blívur bombarderað av steinkasti av forherðaðum ungum fólki á Norðurbrúgv. Man teirra øði og harðskapur yvirhøvur hava nakað við Paludan at gera? Ella er tað bara ein hatur til Danmark? Út úr Danmark við teimum.”

Les eisini: Ófriðurin í Keypmannahavn breðir seg