LEGO modell av føroyskum bygningum

Helgi Toftegaard og René Askham hava saman við tveimum dønum bygt fleiri LEGO modell av føroyskum bygningum, sum verða sýndir fram á torginum í SMS í hesum døgum.


Helgi og René hava í nógv ár verðið limir í byggepadsen.dk, sum er danskur felagsskapur fyri LEGO-eldhugaði, men hetta er fyrstu ferð, at ein framsýning við so nógvum føroyskum modellum verður hildin. Nakað av tí sum verður sýnt fram er Kirkjubømúrurin, Glasir, Sandavágs kirkja, Christinskirkjan í Klaksvík, ein lundi og eitt tjaldur.

Framsýningin við føroysku LEGO-bygningunum verður á Torginum í SMS fram til 4.mai 2019.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##