Lítil kommuna við 374 miljónum í skattainntøkum

- Tað er fantastiskt, at ein so lítil kommuna kann hava so góðar skattainntøkur, sigur kommunustýrislimurin í Lurøy, Karl-Anton Swensen.

Mynd: Helle Andresen/ Den Norske Turistforening.

Mynd: Helle Andresen/ Den Norske Turistforening.

 

Í Noregi kemur hvørt ár ein frágreiðing sum lýsir, hvussu fíggjarliga støðan í øllum kommunum landsins er. Sambært NRK vísir seinasta frágreiðingin, at íbúgvaratalið í kommununum ikki neyðturviliga er avgerandi fyri, hvør fíggjarliga gongdin er.

Kommunan Lurøy í Helgelandi, sum hevur færri enn 2000 íbúgvar, liggur í toppinum, tá ræður um skattainntøkur. Samanlagt var skattainntøkan í kommununi í seinastu frágreiðingini heilar 478 miljónir norskar krónur - ella einar 374 miljónir krónur í okkara peningi.

- Eg haldi, tað er fantastiskt, at ein so lítil kommuna kann hava so góðar skattainntøkur, sigur kommunustýrislimurin í Lurøy, Karl-Anton Swensen.

Høvuðsorsøkin til sera góðu skattainntøkurnar í kommununi hanga saman við, at trý alifeløg hava sítt virksemi í kommununi, og hesi eru Nova Sea, Lovundlaks og Kvarøy Fiskeoppdrett.

Áður hevur NRK skrivað, at Nova Sea í ár hevur goldið øllum sínum 280 starvsfólkum 203.000 krónur í part sum lønarískoyti. Nevnast kann, at alifeløgini, sum hava virksemi í økinum, høvdu ein samlaðan umsetning í fjør á umleið 4,5 miljardir norskar krónur.

Øll hesi alifeløg hava høvuðsskrivstovur og eigarar, sum búgva í Lurøy. Haraftrat hava 30 prosent av íbúgvunum í kommununi starv innan virksemið hjá nevndu alifeløgum. 

- Tað er ógvuliga positivt við stórari virðisskapan, og tað er eisini stuttligt at síggja, at vinningsbýtið, sum eigararnir taka út úr feløgunum, gevur ringvirkningar, leggur bygdaráðslimurin aftrat.

Dagligi leiðarin í Lovundlaks, Jacob Palmer Meland, sigur, at tey kundu ikki hugsað sær at arbeitt nakra aðrastaðni, tá hann bæði er føddur og uppvaksin í kommununi.

- Vit trívast her, og vit eru partur av einum ógvuliga sterkum aliumhvørvi. Vit leggja stóran dent á at skapa trygg og góð arbeiðspláss fyri fólkið í nærumhvørvinum, leggur hann aftrat í samrøðu við NRK.

 

 

Mynd: Helle Andresen/ Den Norske Turistforening.