Tepurt tap í Krasnodar

Russiska bjørnin gjørdist ein ov stórur biti at svølgja fyri føroyska U21-landsliðið.


Føroyska U21-landsliðið stóð seg væl á útivølli ímóti sterkum russiskum liði, men tað rakk ikki til stig.

 

Serliga í fyrra hálvleiki gekst heilt væl í hond. Russararnir komu mestsum til ongar veruligar málmøguleikar, og Føroyar megnaði eisini at vera leikliga við í dystinum til tíðir og spæla runt á russisku hálvuni. Tó var tað eiheldur soleiðis, at Føroyar komu til nakran veruligan málkjans. 

 

Tíðliga í seinna hálvleiki gekk tó galið. Deyðbóltur varð sendur innfyri, og har komu tvey russisk høvd á, áðrenn bólturin varð skallaður í málið. Eftir 76 minuttir var aftur galið, tá ið støðan bleiv 2-0 eftir gott kontraálop frá russum.

 

Beinleiðis tekstarfrásøgnin frá dystinum kann lesast niðanfyri.

 

 

Liðugt, Føroyar taptu 2-0.

 

91: Síðsta føroyska útskiftingin er framd. Aron Clementsen er komin inn fyri Patrik Johannesen.

 

88: Føroyar hava framt sína aðru útskifting. Jákup F. Hansen er komin inn fyri Gest B. Dam.

 

82: Tað hevur riggað stak væl, at Sonni Ragnar er blivin sendur fram til deyðbóltarnar, tí at hann hevur vunnið mestsum hvønn einasta luftbólt. Ein leysur bóltur endaði hjá Karstini Højgaard, sum liggjandi úr stuttari fjarstøðu prikaði bóltin við síðuna av málinum.

 

80: Eftir langt innkast mundu Føroyar fingið stóran málmøguleika, men Magnus Egilsson megnaði ikki at fáa tamarhald á bóltin.

 

76: Mál til Russland! So var 2-0 til Russland. Føroyska liðið varð fangað heldur langt frammi á vøllinum, og tað varð eirindaleyst revsað. Russar gjørdu skjótt av, komu ígjøgnum í høgru, og innlegg bleiv sent innfyri, har ein russi hevði runnið seg leysan og við búkinum hjálpti bóltinum seinasta petti inn um strikuna. Dysturin tykist avgjørdur.

 

74: Offensiv útskifting frá Føroyum. Jóannes Bjartalíð er farin út, og í hansara stað er komin Karstin Højgaard.

 

70: Russi varð spældur leysur, men Elias í føroyska málinum bjargaði væl. 

 

65: Føroyska liðið hevur fótað sær, og dysturin er nokkso javnur nú. Tó ikki nakar føroyskur málmøguleiki at skriva um.

 

56: Nú mundu russar skora aftur, og enn einaferð var tað eftir deyðbólt. Horna varð sent innfyri, og bólturin bleiv skallaður á stongina. Føroyingarnir mugu kýta seg meira, tá ið deyðbóltarnir skulu verjast.

 

54: MÁL TIL RUSSLAND. So gekk tað galið. Deyðbóltur varð sendur inn í føroyska brotsteigin, og har svóvu føroyingarnir í tímanum, tí at uppdekkingin var snøgt sagt ikki nóg góð. Fyrst fekk ein russi høvdið á bóltin, har hann skallaði bóltin tvørturum til enn ein frían russa, sum úr stuttari fjarsøðu lættliga skallaði bóltin í mál. Eitt keðiligt mál at lata inn. 1-0 til Russland.

 

50: Framvegis 0-0. Teir somu 11 eru inni hjá Føroyum.

 

45: Dómarin legði ongan eykaminutt afturat, og sostatt er hálvleikur. Føroyska liðið hevur staðið seg sera væl, tí at russar eru mestsum ikki komnir til kjansir, og eisini hevur føroyska liðið havt nakrar atsóknir, ið tó ikki eru blivnar heilt vandamiklar - enn.

 

37: Enn gongur væl. Føroyska verjan hevur ikki tað stóra at gera í løtuni, og dysturin er í veruleikanum eitt sindur linligur beint nú. Tað passar nokk fínt til føroyska liðið.

 

30: Tað gongur væl hjá Føroyum. Viljin er har, takklingarnar sita og menninir tora at spæla. Føroyar hava júst havt bóltin á russisku hálvuni í nakrar minuttir, har nøkur lang innkøst spurdust burturúr. Tað er eyðsæð, at málið er at raka Sonna Ragnar, tá ið hesi innkøstini verða kastað innfyri.

 

24: Nú hendir okkurt í báðum endum. Russar komu júst í góða støðu, har bólturin tó varð skotin langt uppum.

 

23: Enn ein føroysk roynd á russiska málið. Jóannes Bjartalíð royndi seg við skoti, men skoti sat beint á russiska málverjanum.

 

22: Besti møguleikin hjá Føroyum at skora mál tykist at vera, tá ið lang innkøst verða send innfyri. Sonni Ragnar Nattestad fekk júst høvdið á eftir langt innkast, men russiski málverjin kom ikki í trupulleikar av royndini.

 

19: 10'arin og offensivi miðvallarin hjá Føroyum, Gestur Bogason Dam úr Hósvík, hevur júst havt góðan túr, har hann gjørdi einar tvær tunnellir á russiskar leikarar, áðrenn bólturin tíverri endaði í favninum hjá russiska málverjanum.

 

16: Føroyar eru undir stórum trýsti, og tað sæst, at hesir russararnir eru torførir at spæla upp ímóti. Tó hava russar ikki fingið nakran heilt stóran málmøguleika afturat tí, sum var í áðni.

 

12: Russland hevur júst brent stóran møguleika. Heimamenninir komu ígjøgnum til høgru, har innlegg varð sent innfyri. Bólturin endaði hjá russa, sum úr stuttari fjarstøðu væntaðist at skora, men Elias Rasmussen bjargaði væl.

 

09: Framvegis 0-0. Russararnir eru í morðreyðum búna, meðan føroyingarnir eru í tí eyðkenda hvíta búnanum við bláum brøkum.

 

Okkara U21-landslið spælir undankappingarlandsdyst ímóti Russlandi beint nú. Dysturin verður spældur í Krasnodar.

 

Hesir 11 manna føroyska liðið: Elias Rasmussen, Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Ári Mohr Jónsson, Jóannes Bjartalíð, Brandur H. Olsen, Jonas G. Hansen, Patrik Johannesen, Gestur B. Dam og Magnus Egilsson.

 

Á bonkinum eru: Fríði Sigurðsson, Aron Clementsen, Karstin Højgaard, Dánjal Godtfred, Jákup F. Hansen og Gunnar Vatnhamar.