fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Løgmaður fær nú høvið at føra okkara sjónarmið fram á hægsta staði

Áki Bertholdsen 02.04.2015 (09:18)

Løgmaður á fund um olympiskan limaskap

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er nú boðin á fund við Thomas Bach, forseta í Altjóða Olympisku nevndini, IOC.

 

Har fara teir báðir at tosa um umsóknina hjá føroyingum um at fáa sjálvstøðugan limaskap í IOC, so at vit kunnu vera við á olympiskum leikum, undir føroyskum flaggi.

Fundurin verður í Lausanne í Sveits tann tann 21.mai.

 

Tað var í 1984, at Føroyar søktu um sjálvstøðugan limaskap í IOC, men síðani hevur umsóknin ligið.  

 

Í heyst var ÍSF á fundi við embætisfólk í IOC og tá fingu føroysku umboðini at vita, at umsóknin frá 1984 ikki verður viðgjørd eftir gomlu reglunum.

 

Eftir teimum kundu føroyingar nevniliga fingið limaskap í IOC. Men síðani eru reglurnar broyttar, so nú eru tað bara sjálvstøðug lond, sum kunnu vera limir og tí sleppa vit ikki upp í part.

 

Løgmaður hevur tí biðið um fund við forsetan fyri at taka málið upp á hægsta stig og føroyingar tvíhalda um, at okkara umsókn skal viðgerast eftir teimum reglum, sum vóru galdandi, tá ið umsóknin varð send.

 

- Ein olympiskur limaskapur hevði havt stóran týdning fyri føroyskan ítrótt, sigur løgmaður í morgun.

- Men sum støðan er, eru útlitini fyri einum limaskapi trupul, leggur hann afturat.

Men nú fær hann so høvi at føra føroysku sjónarmiðini fram fyri sjálvum forsetanum í IOC. 

- Føroyar luku treytir fyri limaskapi tá ið vit søktu. Tískil vóni eg, at IOC er sinnað at taka umsóknina upp til eina veruliga viðgerð, sigur løgmaður. 

Fundurin í mai verður fyrsti fundur millum ein føroyskan løgmann og ein IOC forseta.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her