Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 10.09.2014 (14:20)

Løgmaður: Ber ikki til at banna Sea Shepherd

- Vit skulu taka tað róligt og vit mugu ikki leypa framav.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Í morgun hevur Rigmor Dam, tingkvinna, spurt han um kunningina frá landsstýrinum, nú Sea Shephard hevur hertikið vágir og víkir kring Føroya land og spjaða lygnir og søgur um fólkið, her býr, sum hon málber seg.

 

Løgmaður vil ikki so so nógv um, hvussu landsstýrið hevur lagt kunningina í sambandi við Sea Shepherd, til rættis.

- Tað kann eg ikki siga alment, tí so kann Sea Shepherd leggja sínar ætlanir eftir tí, sigur hann.

 

Men hann sigur, at teir spurningar, myndugleikarnir fáa, verða svaraðir við teldubrøvum, beinleiðis samskifti við útlendskar fjølmiðlar og við at vísa til heimasíðuna www.whaling.fo

- Vit hava eisini neyvt samband við Ferðaráðið, sum fylgir neyvt við tí, sum verður skrivað á sosialu miðlunum.

 

Hinvegin heldur løgmaður eisini, at Sea Shepherd er ein lítil felagsskapur, sum ógvuliga fá taka í álvara.

Hann sigur, at sambært Sea Shepherd sjálvum, hava teir gjørt óbótaligan skaða í Føroyum.

- Veruleikin er ein heilt annar. Ferðafólkatalið hevur aldrin verið størri og tað hava aldrin verið so nógv ferðafólkaskip í Føroyum. Útflutningsvinnan merkir lítið og einki til nakrar forðingar.

Samstundis eru tað ógvuliga fáir av teimum útlendsku miðlunum, ið verða tiknir í álvara, sum hava givið Sea Shepherd ans. 

- Sjálvandi kann tað broytast, men vit eiga framhaldandi at taka tað róligt, sigur løgmaður.

 

Hann sigur, at fleiri pengar verða ikki settir av til at verja okkum fyri ágangi á okkara grindadráp.

Hinvegin skal átakið hjá Sea Shepherd í summar eftirmetast, so at vit eru enn betri fyrireikað til eitt annað ár.

 

Men Løgmaður heldur ikki, at tað nyttar nakað at banna einum felagsskapi sum Sea Shepherd og tí fer tað als onga ávirkan, at samtykkja uppskotið, Tjóðveldi hevur lagt fyri Løgtingið.

- Umhvørvisfólkini, sum eru her, eru her sum einstaklingar og ikki sum umboð fyri felagskapin Sea Shepherd og tí ber ikki til at lóggeva.

 

Hinvegin ávarar hann staðiliga ímóti at føroyingar leypa framav.

- Vit skulu ikki í boksiringin hjá Sea Shepherd, tí so fáa tey tað, tey vilja hava, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her