Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 12.10.2013 (08:16)

Løgmaður gevur samgonguni eitt hálvt ár afturat

- Fáa vit ikki eina politiska semju um nýskipanir á ymsum økjum heilt skjótt, er eingin orsøk at halda fram við hesari samgonguni.

 

Tað hevur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, gjørt Løgtinginum greitt.

 

Samgongan hevur sett sær fyri at fremja nýskipanir á ymsum týðandi samfelagsøkjum, eitt nú í skúlaverkinum og á heilsuverkinum, umframt á fiskivinnuøkinum og á pensjónsøkinum.

 

Men tað hevur gingið strilti at seta hesar nýskipanir í verk. Eitt uppskot um skyldbundna samansparing til pensjón er  samtykt, men kortini er langt eftir á mál, eisini á tí økinum.

 

Einaferð borðreiddi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum við einum, sum varð kallað eina nýskipan á fiskivinnuøkinum, men hinir samgonguflokkarnir vendu honum í hurðini, tí tað vóru teir ikki nøgdir við og har er eisini langt eftir á mál.

 

Hinvegin er sjøtul nóg illa settur í ætlanina at nýskipa heilsuverkið, men aðalorðaskiftið verður um tað í Løgtinginum í næstum og á skúlaøkinum verður  arbeitt við ”ymsum broytinum”, sum tikið verður til, men einki hevur verið nevnt um, nær tað skal vera liðugt.

 

Samgongan hevur eisini sett sær fyri at umleggja skattaskipanina.

 

Samstundis eru tað tingfólk, sum tosa um at gera almenna raksturin bíligari og effektivari

 

Og nú valskeiðið er hálvrunnið, er tað skilligt, at nógv í Løgtinginum, eisini tinglimir í samgonguni, eru farin at ótolnast, tí ofta, tá ið orðaskiftið er í tinginum, verður spurt eftir øllum nýskipanunum, samgongan hevði sett sær fyri.

 

Og tað eru enntá tinglimir í samgonguni, sum vilja vera við, at stígur er fullkomiliga komin í arbeiðið at nýskipa fiskivinnuna.

 

Samstundis eru tingfólk at kalla samd um, at tess nærri Løgtingsvalið kemur, tess torførari verður at seta kollveltandi nýskipanir í verk og onkur heldur, at tað longu við at vera ov seint.

 

Eisini løgmaður er nú farin at ótolnast eftir nýskipanunum og nú krevur hann, at tað verður egg ella ungi

 

Tískil hevur hann nú sett eitt evstamark fyri, nær nýskipanirnar skulu vera lidnar.

 

Og hann sigur, at politisk semja skal vera um nýskipanirnar í vár, annars hevur samgongan onki tilverugrundarlag longur, staðfestur hann.

 

- Síggja vit ikki nakrar ítøkiliga nýskipanir fyri 1. apríl, tá ið játtanarkarmarnir fyri 2015 skulu leggjast fyri Løgtingið, hava vit onga orsøk til at bjóða okkum fram at vera stjórnarberandi, sigur løgmaður.

 

- Tað er øgiliga hart at siga, men vit kunnu ikki halda fram at drála og drála nýskipanirnar, leggur hann afturat.

 

- Fiskivinnunýskipanin SKAL verða klár tann 1. apríl, staðfestur løgmaður.

 

Annars heldur hann, at tað er ómøguligt at minka um almennu útreiðslurnar aftur. 

 

- Tað, sum endamálið er við nýskipanunum, er at támla vøkstrinum, sigur hann.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at fiskivinnunýskipan skapar ongan fisk, tó at hon skapar tryggar karmar um vinnuna.

- Arbeiðið at gera fiskivinnunýskipanina hevur ligið at kalla stilt síðani í vár, sigur Landsstýrismaðurin.

 

- Endamálið var at fáa greiði á nøkrum viðurskiftum í samgonguni fyrst, so at taka arbeiðið upp aftur, og vónandi verður andstøðan eisini við tá, sigur Jacob Vestergaard.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her