Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 01.01.2015 (14:54)

Løgmaður: Valið verður í heyst

Í seinasta lagi 29. oktober skal val verða til løgtingið, og politikarar og eygleiðarar tosa støðugt um, nær valið verður ásett. Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er, at løgtingsvalið verður í vár, men í løtuni talar einki fyri hesum.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nevndi í nýggjársrøðuni gamlaárskvøld løgtingsvalið, sum er fyri framman:

- Næsta heyst skulu vit aftur á løgtingsval. Men politikkur skal snúgva seg um meira enn næsta løgtingsval. Samgongan hevur sett sær fyri at fáa javnvág á fíggjarlógini í 2016. Tí er týdningarmikið, at vit duga at halda aftur, segði Kaj Leo Holm Johannesen. 


Harvið staðfesti løgmaður, at hann hugsar ikki um løgtingsval fyri summarferiuna.

Hinvegin liggja onkur politisk stórmál og lúra, og tey kunnu broyta umstøðurnar hjá samgonguni.

Árni Gregersen, sum skrivar um politikk í Sosialinum, roknar við, at 2015 verður eitt buldrasligt ár politiskt, og at serliga fýra mál kunnu skeikla politisku myndina, og harvið framskundað eitt løgtingsval.

Málini, sum sipað verður til, eru nýskipanin av fiskivinnuni, kanningin hjá Hans Gammeltoft-Hansen av viðurskiftunum kring Skálafjarðatunnilin, rættarmálið hjá Jørgeni Niclasen ímóti miðlafólki í sambandi við tollmálið og ásetingin av fíggjarkarmunum fyri 2015.

- Stendur tað til løgmann, so fáa vit ikki val fyrr enn í heyst. Búskapartølini ganga rættan veg, og veljarakannignarnar fyri Sambandsflokkin kunnu neyvan verða verri enn nú. So hann fer at halda fast um, at val verður í oktober. Hinvegin vil andstøðan hava val sum skjótast fyri at sleppa framat krakkunum í Tinganesi, skrivar Árni Gregersen í grein í Sosialinum.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her