Løgreglan kannar nú bátsvanlukkuna

- Vit vita ikki í løtuni, hvat hevur verið sagt millum partarnar í gjár. Nú eru vit í holt við at kanna málið, sigur norska løgreglan við NRK.

 

Mynd: Redningsskøyta/ Dagfinn Paust

Mynd: Redningsskøyta/ Dagfinn Paust

 

Norska løgreglan heldur sambært NRK í morgun, at veðurlíkindini í gjár ikki vóru nóg fræg hjá tveimum russiskum ferðamonnum at fara fiskitúr í lítlum báti. Tað var tung alds og krevjandi umstøður við oynna Senja, tá menninir um 10-tíðina loystu.

Eftir umfatandi leiting í gjárkvøldið, tá tað vísti seg, at menninir ikki vóru komnir aftur til líkinda tíð, varð fyrst lítli báturin funnin koppaður við botninum upp eftir, og sum kvøldið gekk, vórðu eisini báðir menninir funnir í sjónum.

Tað vóru tyrlur, sum funnu menninar, sum vórðu fluttir á sjúkrahús, har tað síðan vórðu staðfestir deyðir, eftir hugsandi at hava ligið í sjónum í nakrar tímar. 

Um 14-tíðina í gjár ringdu russisku ferðamenninir, sum vóru í bátinum, til lands og tosaðu við onnur í ferðalagnum, men meðan teir tosaðu, varð fartelefonin hjá teimum avbrotin. Maðurin, sum hevði leigað teimum bátin, gjørdist órógvaður, sum dagurin gekk.

Hann fór fyrst ein túr út at leita, men tá hann ikki fann bátin og menninar, boðaði hann løgregluni frá. Umfatandi leiting varð sett í verk - við bæði bátum, skipum og tyrlum, og sum kvøldið gekk, vórðu bæði bátur og menn funnin aftur.

##med2##

Norska løgreglan sigur í morgun, at afturmeldingarnar frá teimum, sum vóru við í leitingini, siga, at líkindini ikki vóru nakað serlig til ein slíkan bát, sum russisku ferðamenninir vóru í. Eigarin av bátinum bað eisini menninar ansa sær og ikki fara ov langt úr landi.

- Vit skilja tað soleiðis, at tann, sum átti bátin, hevði leigað teimum bústað og bát, og at ferðafólkini annars kláraðu seg sjálvi. Vit vita ikki í løtuni, hvat hevur verið sagt millum partarnar í gjár. Nú eru vit í holt við at kanna málið, sigur norska løgreglan við NRK.

 

 

Mynd: Redningsskøyta/ Dagfinn Paust