fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Jón Brian Hvidtfeldt 16.11.2013 (22:36)

Magni Arge fortíð í Atlantsflog

Nevndin í Atlantsflog hevur sett Jørgen Holme í starv sum nýggjan stjóra fyri felagið

 

Stjórin í Atlantsflog síðstu 18 árini er nú fyrrverandi. Magni Arge er eftir øllum at døma koyrdur frá sum stjóri fyri føroyska flogfelagið.

 

Nevndin sigur tað ikki beinleiðis. Men tað er greitt, at nevndin hevur sett nýggjan stjóra.

 

Nýggjur í stjórasessinum er 52 ára gamli danin Jørgen Holme, sum hevur eina fortíð í SAS, Spanair og AirGreenland.

 

Sambært nevndini í Atlantsflog skal Jørgen Holme í fyrstu atløgu vera stjóri í Atlantsflog í eitt til tvey ár.

 

Nevndin í Atlantsflog grundgevur ikki fyri avgerðini at koyra Magna Arge frá sum stjóra.

 

Men nevndin nýtir tó høvið at takka Magna Arge fyri sítt góða og trúfasta arbeiði fyri felagið síðstu 18 árini.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her