Leita á in.fo

Fram til 1. januar 2016 verður Magnus Rasmussen (t.v.) bæði borgarstjóri og løgtingsmaður.

Vilmund Jacobsen 14.09.2015 (22:20)

Magnus Rasmussen tekur sæti á tingi

Runavíkar býráð hevur havt eykabýráðsfund seinnapartin í dag.

 

Á skránni var umbøn frá borgarstjóranum, Magnusi Rasmussen, um loyvi at taka sæti á Føroya løgtingi, samstundis sum hann røkir borgarstjórastarvið fram til 1. januar 2016.

 

Runavíkar býráð hevði ikki trupult við at samtykkja hesa umbøn, sum einmælt varð gingin borgarstjóranum á møti.

 

Magnus Rasmussen varð valdur á Føroya løgting á valinum 1. september á listanum hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy við 500 atkvøðum.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her