fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 09.03.2016 (13:10)

Málið um samkynd ikki klárt enn

Roknað var við, at bæði trivnaðarnevndin og rættarnevndin fóru at leggja fram álit fram í dag í sambandi við broytingar í lógini um hjúnarband.

 

Trivnaðarnevndin hevur skrivað álit, men eftirsum lógarbroytingarnar verða viðgjørdar undir einum, so verður álitið ikki lagt fram, fyrr enn rættarnevndin er klár.

 

Kristin Michelsen, Javnaðarflokkurin, er formaður í trivnaðarnevndini:

-Tað er framvegs óvissa um teir spurningar, sum rættarnevndin viðgerð. Tí ganga nakrir dagar til álitið er klárt, men eg vænti at nógvir dagar ganga ikki av næstu viku fyrr enn vit eru kl´r, sigur hann.

 

Rættarnevndin hevur eftir ætlan fund aftur í morgin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her