Málningur seldur fyri 737 miljónir krónur

Sagt verður, at prísurin er nýtt met hjá uppboðssøluhúsinum, Sotheby's í New York.

Mynd: Lucas Jackson/ Reuters

Mynd: Lucas Jackson/ Reuters

 

Ein málningur hjá franska listamanninum, Claude Monets, varð í gjár seldur á uppboðssølu í New York fyri 110,7 miljónir dollarar.

Hetta svarar til stívliga 737,2 miljónir krónur.

Talan er um málningin Hoysátur - ella Høstakker - og sagt verður, at prísurin er nýtt met hjá uppboðssøluhúsinum, Sotheby's.

Málningarøðin hjá Claude Monets, sum verður kallað "Meules" er frá 1890, skrivar NTB.

 

 

Mynd: Lucas Jackson/ Reuters