Leita á in.fo

Heri Simonsen 01.03.2014 (14:59)

Marnar DM-vinnari á 3000 metrum

Kometin av Morskranesi, Marnar Djurhuus hevur aftur gjørt vart við seg. Hesaferð á stevnuni DM fyri ung.

 

Fyri løtu síðani gjørdist Marnar Djurhuus innandura danmarksmeistari fyri ung á teininum 3000 metrar renning.

 

Vinnaratíðin hjá Marnari var 8 minuttir og 49 sekund. 

 

Kappingin fer fram í Skive í Norðurjútlandi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her