Meðan vit bíða

Haldi meg minnast, at hetta var heitið á einum sjónleiki, sum varð framførdur í Sjónleikarhúsinum fyri nøkrum árum síðan.

Meðan vit bíða, tað hoyrist rættuliga væl av vindi í skrivandi løtu, kuldi og kavi fara fram við oyggjum okkara, seyðurin finnur saman, søkir sær skjól í kuldanum, ein nýggjur dagur er við at vinna á náttarmyrkrinum, sum gerst styttri og styttri, nú vit fara at nærkast Grækarismessu, og nýtt fuglaljóð fer skjótt...