V.U. Hammershaimb slóðaði fyri føroyska skriftmálinum

Í dag eru 200 ár síðan faðirin at føroyska skriftmálinum varð føddur


Á móðurmálsdegnum í dag eru 200 ár liðin, síðan V. U. Hammershaimb varð borin í heim. V.U. Hammershaimb bjargaði føroyska málinum frá at fara í gloymskuna, tá hann í 1846 fekk føroyska skriftmálið á prent, og í 1854 skrivaði hann føroysku mállæruna. Tí verður V.U. Hammershaimb eisini roknaður sum faðirin at føroyska skriftmálinum. 

 

Les um lívssøgu hansara í stuttum HER.

 

Uttan Hammershaimb - einki føroyskt

V.U. Hammershaimb stóð á odda fyri at fáa føroyska skriftmálið á prent í eini tíð, tá tað mesta, sum var lisið, var á donskum. Føroyskt var munnliga gerandismálið, men í skúlanum, kirkjuni og almennum viðurskiftum var málið danskt – bæði í talu og á skrift.

 

Meðan Hammershaimb las í Danmark, ferðaðist hann heim til Føroya í 1841 við endamálinum at savna inn fólkaminni. Hetta endaði við, at hann í 1846 lat nakrar sagnir á føroyskum máli prenta í danska tíðarritinum “Annaler for nordisk Oldkyndighed og Historie”.

 

Við hollari vegleiðing frá serkønum slóðaði Hammershaimb við hesum fyri, at føroyska skriftmálið fyri fyrstu ferð kom á prent í 1846. Skrivað var við hansara egnu stavseting, sum vit hava hildið okkum til síðan tá, tó við nøkrum fáum broytingum. Hetta var í tøkum tíma, at føroyingar fingu eitt skriftmál, tí hevði Hammershaimb ikki slóðað fyri hesum, so er tað sera ivasamt, um vit yvirhøvur høvdu tosað føroyskt í Føroyum í dag.

 

Skrivaði mállæruna

Burtursæð frá bragdinum í 1846 hevur V.U. Hammershaimb skrivað og útgivið fleiri verk; hetta veri seg eitt nú kvæði og sagnir. Í 1854 varð føroyska mállæran, sum Hammershaimb skrivaði, prentað á fyrsta sinni. Í 1884 kom týðingin av “Føroyingasøgu” á prent, sum tá kom við teirri rættskriving, hon hevur havt í útgávum síðani.

 

Høvuðsverk hansara var “Færøsk Anthologi I og II”, sum kom út í heftum í árunum 1886 – 1891. Hammershaimb fekk góða hjálp frá øðrum í sínum arbeiði við “Færøsk Anthologi”. Hann heitti millum annað á Jakob Jakobsen (1864 – 1918) um at hjálpa til í tilevningini av verkinum. Jakob Jakobsen evnaði til alt annað bind, greiddi frá bygdamálum og hjálpti til at skipa mállæruna um.

 

Jakob Jakobsen vildi annars hava eina heilt nýggja føroyska stavseting, sum lá nærri tí ljóðliga framburðinum. Hann kom við uppskoti um nýtt skriftmál í 1889, men hendan stavsetingin vann ikki frama í mun til stavsetingina hjá V.U. Hammershaimb.