Mette er langt framman fyri Løkke

Dagsins veljarakanning, sum Voxmeter í Danmark hevur gjørt fyri Ritzau Bureau, vísir greiðan meiriluta til reyða veingin í Fókatinginum.

Mette Frederiksen úr Javnaðarflokkinum og Lars Løkke Rasmussen úr Vinstra stríðast um stjórnarvaldið í Danmark

Mette Frederiksen úr Javnaðarflokkinum og Lars Løkke Rasmussen úr Vinstra stríðast um stjórnarvaldið í Danmark

Sambært kanningini fáa flokkarnir vinstru megin miðjuna 55,1 prosent av atkvøðunum, meðan borgarligu stjórnarflokkarnir saman við Dansk Folkeparti og teimum trimum nýggju flokkunum, sum stilla upp, tilsamans fáa 44,5 prosent.

##med2##
Tað gevur andstøðuflokkunum 99 fólkatingssessir og stjórnarflokkunum 76.
Aftur at hesum eru tvey fólkatingsumboð úr Føroyum og tvey úr Grønlandi. Fyri at hava meiriluta í Fólkatinginum er neyðugt við 90 sessum.

 

/ritzau/

Mette Frederiksen úr Javnaðarflokkinum og Lars Løkke Rasmussen úr Vinstra stríðast um stjórnarvaldið í Danmark

Veljarakanningin, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau Bureau