Leita á in.fo

har fara vit aldrin at slaka, sigur Jenis av Rana, floksformaður

Áki Bertholdsen 22.09.2014 (12:08)

Miðflokkurin setir treytaleyst krav

Miðflokkurin fer ikki í eina samgongu eftir næsta løgtingsval, uttan at hinir samgonguflokkarnir vilja ganga undir ófrávíkiligt krav frá Miðflokkinum.

Tað staðfestu teir báðir tinglimirnir hjá flokkinum, Bill Justinussen, og Jenis av Rana, floksformaður, á fólkafundinum í Runavík um vikuskiftið.

Í hesi samgonguni hevur Miðflokkurin vetorætt í tí, sum kunnu kallast etisk mál.

Tað merkir, at ongar broytingar skulu gerast í rúsdrekkalóg ella fosturtøkulóg uttan at Miðflokkurin góðtekur tað.

Tað merkir eisini, at samkynd skulu ikki sleppa at giftast.

Í samgonguni bundu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, og eisini Sjálvstýrisflokkurin so leingi tað vardi, at ongin tinglimir skuldi atkvøða fyri uppskotum um broytingar á etiska økinum.

Annars plagdu flokkarnir lata hvønn tinglim sær atkvøða eftir síni egnu sannføring í etiskum málum.

 

Hesin vetorættur hjá Miðflokkinum í etiskum málum hevur verið ógvuliga umstríddur, serliga, serliga í sambandi við at uppskot um at loyva samkyndum hjúnalagi, varð lagt fyri Løgtingið.

Tá vórðu tinglimir í samgonguni, sum annars tóku undir við málinum, tvingaðir at atkvøða nei sambært avtaluni við Miðflokkin.

Og tað hevur fingið tinglimir úr fleiri flokkum at bedýra, at ein ein slík avtala um vetorætt verður aldrin gjørd aftur

 

Og á fólkafundinum ger teir báðir í Miðflokkinum greitt, at Miðflokkurin fer at seta sama treytaleysa krav eftir næsta løgtingsval.

Tey etisku málini eru okkara grundstøðið og har fara vit aldrin at slaka, sigur Jenis av Rana.

- Á etiska økinum finst eingin neyðsemja og fara vit at samstarva, er tað ein treyt, at vit verða hoyrd á etiska økinum, segði Bill Justinussen.

Men hann staðfestir samstundis, at afturfyri er Miðflokkurin til reiðar at strekkja seg rættiliga langt á øðrum økjum.

- Vit krevja, at aðrir flokkar skulu rinda ein prís fyri at samstarva við okkum, men afturfyri eru vit til reiðar at rinda prísin á øðrum økjum.

 

Jenis av Rana leggur afturat, at eitt er, hvat flokkar siga nú, men tá ið valið hevur verið, boyggja teir seg ímóti hvørjum øðrum, tí soleiðis er fólkaræðið. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her