Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 28.03.2014 (15:04)

Mikkalina Norðberg er ársins íverkseti

Á íverksetaradegnum í fabrikkini hjá Østrøm í Havn varð Mikkalina Norðberg vald sum ársins íverkseti.

 

Mikkalina Norðberg er fødd, uppvaksin og búsitandi í Havn. Hon virkar innan glaslist og sigur sjálv, at tað at skera glas á verkstað sínum er løtan, har hugflogið fær veingir.

 

– Alt eg upplivi, síggi og hoyri hvønn dag, kveikir nýggjar mátar at skera, smelta og boyggja glasið soleiðis, sum eg vil hava tað at verða. Eg eri sjálvlærd – tó við hjálp frá ymiskum skúlum og viðkomandi skeiðum innan glasarbeiði, sigur Mikkalina Norðberg, sum fyri løtu síðani varð kosin ársins íverkseti.

 

Vit hava meira um tiltakið hjá Íverksetarahúsinum seinni.

 

 

 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her