Áki Bertholdsen 30.08.2014 (18:31)
Minst seks limir í Shepherd handtiknir á Sandi
Løgreglan hevur í kvøld handtikið fleiri limir í Sea Shepherd á Sandi. Grindadráp er á Sandi í kvøld og har hava limir í Sea Shepherd roynt at leggja uppí í eini roynd at steðga drápinum.
- Vit hava handtikið seks limir í Sea Sheperd, sigur Peter Thaysen. sjefpolitiinspektørur við in.fo. Men harumframt hevur løgreglan er eisini farin umborð á minst ein av teimum skjóttgangandi bátunum hjá felagsskapinum og hevur lagt hald á hann.
Peter Thaysen hevur nógvar træðrir at halda skil á í løtuni, men so vítt hann er kunnagur, eru tey trý fólkini, sum vóru við bátinum, eisini handtikin.
Hann sigur, at hantøkan var ódramatisk og tey handtiknu eru akkurát nú førd til Havnar við tyrlu, har tey verða sett í varðhald.
Løgreglan sigur, at í nátt ella í morgin verður so støða tikin til um tey skulu vísast av landinum ella ikki.
Peter Thaysen sigur, at so skjótt boðað var frá grind, fór løgreglan á Sand við tyrlu og við eru eisini fólk frá donskum serdeildum við skjóttgangandi báti.
Tilbúgvingin hjá løgregluni hevur riggað til fulnar, sigur Peter Thaysen. Hann sigur tað gekk akkurát soleiðis sum løgreglan hevði fyrireikað.
Sí fleiri aðrar greinar aðrastaðni her á in.fo um grindina á Sandi.
|
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
Stormurin hevur tikið takplátu og vindeyga |
|
Ísklæddir inn at landa |
|
Skjótt lata fýra nýggj matstøð upp í Havn |
|
Kolandi stormur - bingja fokin í bátahylin í Vági |
|
Føroyingur fingið altjóða virðisløn |
|
Frá Føroyaflokkinum til kannabisflokkin |
|
Vandi á ferð við Vestaru Bryggju í áðni |
|
Milliónir eru horvnar |
|
Nú er greitt mark ímillum eitt deyðføtt barn og fosturlát |
|
Her verður nógvur vindur í kvøld |
|
Nú er løgreglan stúrin |
|
Ann Fuglø í nýtt starv |
|
Føroyskur fótbóltsspælari vil ikki møta í máli um neyðtøku |
|
Stormur: Her eru ringastu koyrilíkindini beint nú |
|
VFF Cup: NSÍ, B36, TB og AB hava vunnið sínar dystir |
|
Almennur bygningur verður 20 milliónir dýrari |
|
- Føroyar mangla ein liberalan flokk |
|
Bilur fór út av vegnum í Kollafirði |
|
Sjálvkritisk og fer eftir góðsku |
|
Vil í kríggj ímóti rúsevnasmugling |
|
Ætlar at fáa tvey ára útbúgving í landbúnaði í Føroyum |
|
Sørvágur eigur ongan góðan |
|
FSF aðalfundur: Tey stóru vunnu á teimum lítlu |
|
Hóttanarbræv greinað av serfrøðingi |
|