Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 28.05.2014 (14:55)

Misálit á Jørgen Niclasen lagt fyri Løgtingið

Løgtingsformaðurin hevur beint nú boðað frá, at uppskot um misálit á Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, er lagt fyri Løgtingið.

 

Uppskotið kemur til viðgerar um eina løtu, tí mannagongdin er, at tá ið misálit verður lagt fram, skulu onnur mál takast av skrá, til misálitið er viðgjørt, og Løgtingið hevur tikið støðu til tað.

Í løtuni viðger løgtingið uppskot um tilfeingisgjald á makrel og sild, men so skjótt tann viðgerin er liðug, fer Løgtingið at viðgera -og atkvøða- um misálitið, áðrenn farið verður víðari við upprunaligu skránni fyri tingfundin.

 

Tað eru teir fýra andstøðuflokkarnir, sum leggja tað fram og vit hava meiri um málið í tíðindunum á Rás2 nú klokkan 16.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her