Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 02.03.2016 (08:14)

Mugu rudda upp í hesum óskilinum

Tað er ein óheppin miðsavning av makt, at politikarar kunna vera bæði  borgarstjórar og løgtingslimir.

 

Tað heldur Jógvan Arge, varaborgarstjóri í havn

 

- Og upp aftur verri verður tað, tá slíkir eisini stjórna Kommunufelagnum, leggur hann afturat.

 

Hann vísir á, at Havnin er nso stór, at hon er næstan helmingurin av Føroyum í fólkatali.

 

- Tað má síggjast aftur í teirri umboðan, sum Havnin hevur í ikki minst Kommunufelagnum, heldur hann

 

Hann heldur, at tað kann tykjast óheppið, at reglurnar í kommunufelagnum eru soleiðis, at ein stór kommuna kann klára seg við stuðli frá bert einari kommunu aftrat fyri at fáa týðandi mál ígjøgnum.

 

- Men tað skerst ikki burtur, at hinar 28 kommunurnar  eru minni enn helvtin av Kommunufelagnum eftir fólkatali.

 

Hinvegin heldur hann ikki, at tað er ílagi, at tveir løgtingsmenn einsamallir kunnu stýra í Kommunufelagnum.

 

- Men tað kann meir enn so henda.

 

- Borgarstjórin í Havn, sum er formaður í Kommunufelagnum, er eisini løgtingsmaður, og ein, sum hann starvast væl saman við í Kommunufelagnum, er borgarstjórin á Tvøroyri, sum somuleiðis situr á løgtingi.

 

- Eitt tað týdningarmesta arbeiðið hjá Kommunufelagnum er at ummæla tey uppskot, sum landsstýrið leggur fyri løgtingið og annars at arbeiða fyri áhugamálum hjá kommununum.

 

- Sum støðan nú er í Kommunufelagnum, kann tað meir enn so henda, at tveir løgtingsmenn úr samgonguni á tingi einsamallir avgera, hvørja støðu kommunurnar hava til mál, sum eru relevant fyri tær allar.

 

- Tá eru vit burtur av allari leið. Tí haldi eg framvegis, at tað er ein óheppin maktsavnan, at politikarar kunna vera bæði  borgarstjórar og løgtingslimir, sigur Jógvan Arge.

 

Og hann heldur, at tað verður upp aftur verri, tá ið  teir eisini stjórna Kommunufelagnum, sum eigur at vera eitt breitt umboð fyri kommunufólk, og ikki eitt forum, har nakrir einstakir borgarstjórar sæta sær og sínum sjónarmiðum sum løgtingsmenn.

 

- Hetta mann fara at ganga upp fyri løgtingi og landsstýri nakað skjótt, so ruddað verður upp í tí óskilinum, sigur varaborgarstjórin í Havn.

 

Les meiri við at trýsta HER

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her