Myndirnar týdningarmiklari enn hvalirnir

Endamálið hjá Sea Shepherd við at bróta grindalógina er at fáa fólk at geva pengar til felagsskapin, heldur enn at bjarga hvalunum.


Í rættarfundinum fríggjadagin, tá tey fimm umboðini hjá Sea Shepherd, ið vóru handtikin í grindini í Sandavági 12. august, sótu ákærd fyri brot á grindalógina, førdi Linda Hesselberg, ákæri, fram, at í fleiri førum tyktust tey fimm at hava størri áhuga í at skapa góðar myndir til felagsskapin enn at veruliga bjarga hvalunum.

 

Hon vísti á, at í fleiri førum, tá umboðini frá Sea Shepherd royndu at koma út í vatnið, var grindin enn so langt burtur, at tað onga ávirkan hevði havt á sjálvan grindaraksturin. Hon setti tú spurningin, um endamálið við at bróta grindalógina, kanska heldur var at fáa til vega góðar myndir av handtiknum Sea Shepherd limum, enn at bjarga hvalunum.

 

Sum prógv fyri hesum, vísti Linda Hesselberg ein av filmunum, sum Sea Shepherd hevur gjørt um grindina í Sandavági. Á tí filminum er fyri tað fyrsta greitt, at tað er Sea Shepherd Global, ið stendur aftan fyri átakið, og at øll umboðini eru at roknað sum umboð fyri Sea Shepherd Global. Filmurin byggir á samrøður við tey fimm, umframt videomyndir av drápinum. Filmurin vísir millum annað hvussu Echo, skjóttgangandi báturin hjá Sea Shepherd, sum allarhelst er fjaldur umborð á Sam Simon nú, órógvar grindina, men at enda má rýma úr økinum.

 

Tað er í hesum sambandi, at limirnir hjá Sea Shepherd siga, at hóast eingin vón tá var eftir, máttu tey gera okkurt og taka seg inn í grindaøkið og bróta grindalógina. Tí er tað, at Linda Hesselberg misteinkir tey, fyri at vera meiri áhugaði í at fáa til vega myndir av handtøkunum, at eggja føroyingar til at loypa fram av, heldur enn at veruliga bjarga hvalunum.

 

Hon vísir eisini á, at tað var einans ein av teimum fimm, sum gjørdi eina veruliga roynd at koma út til hvalirnar. Hini runnu øll út í vatnið langt frá, har hvalirnir vóru staddir.

 

Linda Hesselberg vísti eisini á, at høvuðsboðskapurin í filmunum hjá Sea Shepherd vanliga er Gev, gev, gev, altso, at felagsskapurin vil hava fólk at geva pengar. Fyri at náa hesum endamáli og gera bestu filmaranar, er neyðugt við góðum myndum og videobrotum, og tískil vera fólk eggjaði til at bróta lógina, hóast hvalirnir ikki kunnu bjargast.

 

Tað er millum annað við hesum sum útgangsstøði, at Linda Hesselberg, ákæri, vil hava Føroya rætt at góðkenna, at løgreglan hevur lagt hald á ymisk Go Pro myndatól, sum Sea Shepherdlimirnir høvdu á sær, tá grind var í Sandavági.