Nakrir bileigarar hava mist nummarplátuna í nátt

Nakrir bileigarar fingu ein rættiligan kjaftfisk, tá ið teir skuldu í bilin í morgun

Nakrir bileigarar norðan fyri hava helst fingi ein rættiligan kjaftfisk, tá ið teir ætlaðu sær í bilin í morgun. Løgreglan í Havn hevur nevniliga verið norðan fyri við skrúvusígara í nátt, og hevur skrúvað nummarpláturnar av 12 bilum.

Her er talan um bilar, har eigararnir ikki hava goldið vegskatt, ella trygging ella sum ikki eru møttir til sýn, ella okkurt sovorðið.

Tað kemur javnan fyri, at fólk ikki rinda rokningar av hesum slagi, men løgreglan sigur, at aloftast er tað av berari gloymsku, at rokningarnar ikki verða goldnar. Tað kann eisini vera, at fólk flyta bústað, og tí koma rokningar, og rykkjarar, ikki fram til tíðina.