(Photo: Ritzau Scanpix)

Netanyahu og Likud standa til at vinna valið

Nú tey eru um at vera liðug við at telja atkvøður í Ísrael stendur Benjamin Netanyahu til at vinna valið. Samráðingar standa fyri durum.


(Photo: Ritzau Scanpix)

Sjálvt um fyrstu exit-poll kanningarnar á valstøðunum vístu, at sera tætt var millum báðar blokkarnar, so tykist nú vera greitt, at forsætisráðharrin Benjamin Netanyahy og flokkur hansara, Likud, vinna valið.

Tað skrivar ísraelska blaðið Haaretz.

##med2##

Eftir at 95 prosent av atkvøðunum eru taldar stendur Likud til at fáa 35 sessir í ísraelska tjóðartinginum Knesset.

Tað sama fær mið-vinstrasamgongan, »tey Bláu og Hvítu«, sum fyrrverandi hernaðarleiðarin, Benny Gantz, stendur á odda fyri.

Báðir flokkar standa til at fáa sløk 26 prosent at atkvøðunum. Men samgongan aftan fyri Netanyahu hevur meiriluta.

Í røðu síni í valvetisluni í Tel Aviv segði Benjamin Netanyahy í nátt, at hann er klárur til enn eitt skeið sum forsætisráðharri.

##med3##

– Eg takki veljarum okkara fyri ein ótrúligan dyst. Eg eri ógvuliga rørdur yvir, at ísraelska fólkið hevur víst mær álit og tryggja fimta valskeiðið, segði Netanyahy.

Fyrstu exitpoll kanningar vístu annars, at samgongan hjá Gantz fór at gerast størrri. Men sum frá leið við uppteljingunum, hevur Likud og høgravongurin hálað inn og tikið leiðsluna.

Men tað forðaði ikki Gantz at siga sínum viðhaldsfólki, at sigurin var í hús, og at ísraelsku veljararnir høvdu »gjørt eitt søguligt val«. Hann heitti síðani á Netanyahu um at leggja frá sær.

##med4##

Sjálvt um bæði Netanyahy og Gantz hava kunngjørt sigurin, so halda fleiri politiskir eygleiðarar, at forsætisráðharrin stendur best í komandi samráðingunum um nýggja stjórn.

Samgongan av nationalkonservativum og ultraortodoksum jødiskum flokkum telur 61 sessir, sum sum skal til fyri at hava meirlutan í Knesset.

Sambært uppteljingunum eru fleiri smáir flokkar á høgra- og vinstraveinginum við at fella og ikki fáa umboðan í tinginum.

##med5##

Eisini frættist, at munandi lægri valluttøktu millum ísraelsk-palestinensisku veljararnar, sum eru 17 prosent av fólkinum.

Tað hava verið áheitanir á minnilutan um ikki at fara á val. Millum annað sum svar upp á grundlógarbroytingina í fjør, sum staðfesti, at Ísrael er jødiskt, hóast ein lutfalsliga stórur minniluti er muslimskur.

Netanyahy gevur undir valstríðnum lagt dent á hørðu trygdarpolitisku linjuna, og hann hevur ávarað um ójavnvág, um »vinstravongurin« – tey Bláu og Hvítu – koma til valdið.

/ritzau/

 

 

(Photo: Ritzau Scanpix)

Benjamin Netanjahu takkar fyri valsigurin (Source: reuters)

Leiðarin hjá teimum Bláu og Hvítu, Benny Gantz, kyssir konu sína (Photo: Ritzau Scanpix)

Benjamin Netanyahy og konan Sara eftir at valúrslitið tyktist vera greitt (Photo: Ritzau Scanpix)

(Photo: Ritzau Scanpix)