Njál Sigurjónsson 75 ár í dag

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

 

Tey fólk, sum eru vinarlig móti tær, eru tey, sum sita fastast í minninum. Á ein hátt eldast tey slett ikki, tí tey hava evnini at vísa sítt innasta, sum hjá øllum fólkum er heitt og gott. Hjá øðrum fólkum er tað innasta fjalt av nógvum løgum, av tí lívið hevur bjóðað, og tað er verri at fáa eygað á fittheitina. Vit eru øll mannabørn, uttan undantak gudommilig, hóast tað kann vera ógvuliga torført at fáa eyga á viðhvørt. 

Og Njál Sigurjónsson er ein av teimum heilt fittu og soleiðis hevur hann verið, síðan eg fyrstu ferð sá fitta og blíða og runda snýðið, fyri væl yvir 30 árum síðani og eg giti, at snýðið er ljóslivandi í dag, nú hann fyllir 75 í Reykjavík, meðan fjallið Esja er kavaklætt og kaldir vinar koma innan úr landinum. Hann og konan Asta búgva í hennara barndómsheimi, sum tey hava sett í standi, og heimið liggur í eini oasu mitt inni í býnum og er ógvuliga hugnaligt siga tey, sum hava vitjað.

Njál er ein risi sinnisliga. Onnur eru risar á øðrum økjum, men tað er næstan einki, sum kann vika hansara róliga og fevnandi sinni. Tað var líkamikið, um tú møtti honum ein mánamorgun, har eitt heilt vikuskiftið av tónleiki sitraði í hansara fingrum, ella tú møtti honum ein fríggjadag seinnapart, tá íð øll gleddu seg til at fáa frí, Njál var tann sami, smílandi, róligur og semjusøkjandi.

Og vit møttust í arbeiðshøpi á Sosialinum í september 1990. Hann var í bestu árum og lívið var ikki verri við hann, enn so nógv onnur. Har sat hann so fittur í grafikkarakittlinum mitt í umbrótingarrúminum á Sosialinum og hevði ábyrgd av, at fáa Sosialin uppsettan, og hetta gjørdi hann, kvikhentur, saman við tí skemtiliga Tummas Paula og fleiri øðrum góðum fólkum. Kittilin var skræddaraseymaður og sat sum stoyptur. Tók hann nøkur gramm uppá, gjørdist skjúrtan sjónlig millum knapparnar, í snøggum ovalum opum, og misti hann nøkur gramm, so hekk hann. Hann hevði lært til grafikara á danska dagblaðnum Politiken í sínum ungu døgum, tað var hann errin av. Hann er tað ein í dag kallar fyri ein samríkjamann, kennir seg heima í Íslandi, kennir seg heima í Føroyum og kennir seg eisini heima í Danmark.

            Njál syrgdi ikki bara fyri at gera Sosialin snotiligan, hann stóð eisini fyri einum fittum parti av føroyska undirhaldstónleikinum í mong ár. Hann spældi til dans kring alt landið, saman við Bergmonnum ella saman við sumbinginum Georg eystan Á, sum hann konsekvent nevndi “Ge-org” og yndisligu røddina átti Sølvá Skov Magnussen saman við Ronnie Nielsen.  Arbeiðsevnini hjá Njál vóru stór. Umframt at bróta um á Sosialinum fimm dagar um vikuna, at fáa fimm bløð frá hondini hvørja viku, spældi hann saman við vinfólkunum fríggjakvøld og leygarkvøld umframt til veislur og hann var aftur við umbrótingarborðið ella í myrkarúminum mánamorgun, har hann suffaði millum súrar framkallingarveskur og sterkt ljós í bøla myrkri. Og Njál var eitt kent tónleikanavn, áðrenn hann kom til Føroyar. Hann hevði spælt bass í mong ár saman við ymiskum íslendskum tónleikabólkum, hóast hann í Føroyum er mest kendur á ljómborðinum.

Og Njál var sum starvsfelagið so deiliga óinnpakkaður. Einaferð var ein skiftisnæmingur komin í praktikk á Sosialinum. Hetta var fyrst í nítiárunum, tá íð alt samfelagið lá í sorli. Næmingurin var ein høg og førlig genta av afrikanskum uppruna og kom úr Karibia. Fyritaksstjórin, Kristjan Dahl, sáli, vísti henni runt í húsinum og fór yvir at ljósborðinum hjá Njál, meðan hann, hyggjandi niður, er langt burtur í umbrótingini ella uppsetingarbeiðinum. “Ja, Njál, hetta er so Prudence,” sigur Kristjan og Njál hyggur upp og sær beint upp í barmin á hesi stóru og myrku kvinni. Hann gerst kløkkur, hopar eftir hali á hjólstólinum og sigur frá hjartanum: “Djøvul!” Fyri 30 árum síðani var tað rár hending at síggja litt fólk í Føroyum og Njál var als ikki fyrireikaður.

Njál er øgiliga stoltur av konuni Astu, sum hann altíð nevnir: “Asta min.” Og hann hevði nakað at vera fegin um, tí betri kokk skal tú leita leingi eftir. Hann lýsti av errinskapi, tá íð Asta stóð fyri matgerðini og lekkurt og vælsmakkandi var tað hon fekk frá hondini, tá íð hon skipaði fyri Torrablót, ein íslendskur siður, sum fleiriferðir hevur verið hildin í Føroyum. Og Asta dugir annað enn at gera mat, hon hóskar væl til Njál.

Njál er av og á at síggja í Føroyum. Sonurin Skarpheðin Njálsson ella Skalli sum hann verður nevndur, býr í Føroyum og er giftur við Hannu Lindenskov og tey eiga børn og Njál er abbi í Føroyum.

Ein dámligur maður fyllir 75 ár í dag og høvdu øll havi lyndi Njáls, hevði heimurin verið eitt betri stað. Tú hevur ikki livað forgevis. Tillukku við degnum, vinurin og vit síggjast.