Nógv hava fingið gleði av okkara arbeiði

- Vit eru errin av gongdini


Regin Jacobsen við prógvinum upp á, at Bakkafrost er ársins virki í ár

Regin Jacobsen við prógvinum upp á, at Bakkafrost er ársins virki í ár

- Vit gleðast um, at vit eru við til at byggja land!

 

Tað staðfesti Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, í takkarrøðu síni seinnapartin í dag, eftir at føroyski alirisin varð kosin ársins virkið í ár.

 

Hann fegnast eisini um, at tað eru nógv fólk, sum fáa gleði av virkseminum í Bakkafrost.

 

Tað eru 800 starvsfólk í samtakinum, og umframt tað, sum tey rindaði í skatti og avgøldum, rindaði sjálvt samtakið 340 milliónir í landskassan í fjør í skattum og avgjøldum. 

 

 

Les eisini: Bakkafrost er ársins virki í ár

 

 

Regin Jacobsen sigur, at hetta eru 60 prosent av játtanini til Landssjúkrahúsið, ella 55 prosent av donsku ríkiveitingini.

 

- Vit eru errin, at tað hevur gingið so væl, sigur stjórin í Bakkafrost.

 

 

Les eisini: Regin gevur starvsfólkunum heiðurin

 

 

Hann vísir eisini á, at Bakkafrost hevur lagt eina íløguætlan fyri 1,1 milliard hesi næstu árini, og tað er nú farið at kasta nógv virksemi av sær ymsastaðni í Føroyum, bæði til eintaklingar, til virki og sostatt eisini til landshúsarhaldið.

 

- Vit fegnast um, at peningurin kemur í umfar í Føroyum og at føroyskar fyritøkur eru kappingarførar.

 

- Vit fegnast um, at vit soleiðis eru við til at byggja land sigur Regin Jacobsen.

 

Hann sigur, at vit mugu ansa eftir, at vinnan hevur kappingarførar umstøður, lond, vit kappast við, eru nú farin at lækka skattatrýstið á vinnuna fyri at menna virksemið og útvega arbeiðspláss.

 

 - Fara vit øvugtan veg, er skjótt, at javnvágin skeiklast og at vit missa meiri fyri minni, sigur Regin Jacobsen.