Eyðun Jacobsen Á Veg Heim

”Á veg heim” er heitið á nýggjari fløgu, sum Eyðun Jacobsen letur úr hondum 14 mai.


”Á veg heim” er heitið á nýggjari fløgu, sum Eyðun Jacobsen letur úr hondum 14 mai.
Tað er samkoman Keldan í Skálafirði, ið gevur fløguna út. www.keldan.fo

 

 

Á fløguni eru 14 sangir, ið allir leggja seg at country gospel stílinum. Flestu sangirnir eru týddir úr enskum, av sera dugnaligum týðarum sum m.a. Árna Jacobsen, Jóhann við Neyst og Hervør S. á Torkildsheyggi. Eisini eru eldri kendir sangir úr andaliga sangskattakamarinum við á fløguni, umframt eitt lag, ið Eyðun sjálvur hevur skrivað.

 

 

Eyðun Jacobsen hevur, síðani hann flutti heimaftur á klettarnar í 2000, verið sera virkin innan andaliga tónleikalívið í Føroyum og hevur bæði týtt og skrivað nógvar av teimum nýggju kendu andaligu sangunum, ið verða sungnir í samkomum um landið. Ein tann kendasti man vera “Harri av hjarta”, sum upprunaliga varð skrivaður á donskum og er týddur til fleiri mál, og verður sungin í fleiri londum.

 

 

Seinastu árini hevur Eyðun verið millummaður millum fleiri føroyskar bólkar og Cross road studio í Ashville í USA. Seinasta upptøkan, ið var gjørd har, var av bólkinum Blátt Gras, og vann ein av sangum teirra eina av virðislønunum til seinasta FMA.

 

 

Tónleikurin á nýggju fløguni er eisini innspældur í Cross road studio í Ashville, og er tað tónleikasnillingurin Jeff Collins, ið er framleiðari. Sangurin er upptikin í Raclipp studio í Hvannasundi, har Alvin E. Andersen hevur staðið fyri. 
Kristina Nónklett Hansen og Eyðun Jacobsen hava sungið røddirnar inn á fløguni.

Á fløguni eru eisini tríggir gestasangarar, talan er um Steinbjørn O Jacobsen, sum er bróðir Eyðunar, umframt Jógvan Mortensen og Bill Justinussen.

 

 

Eyðun gav fyrstu føroysku fløguna “Ein undurkelda” út í 2006 og hevur síðani givið 2 føroyskar fløgur út afturat saman við døtrunum í bólkinum Zamar. Hetta er sostatt fjórða fløgan, ið Eyðun gevur út á føroyskum.

 

 

Í samband við útgávuna, og at Eyðun Jacobsen fyllir seksti 14 mai, verður ein útgávudagur í Kelduni í Skálfirði sama dag kl. 15.00 – 21.00.

 


Fløgan fæst til keyps í sølubúðunum frá 15 mai.